Vit vaska Lívdina 4.-9. mai
Góða samkoma,
Nú nærkast høvuðsreingerðingin av Lívdini. Tann stóri vaskidagurin verður leygardagin 9. mai. Um tað ikki liggur fyri at verða við hendan dagin, so ber til at fara ein av hinum døgunum og siga frá hjá tínum tænastuleiðara, hvat tú hevur vaskað.
Eins og undanfarin ár hevur hvør tænasta sítt øki at vaska.
Sjálvandi eru ØLL vælkomin at verða við, hóast ein ikki er við í eini tænastu í tí dagliga.
Hetta er partur av tænastuni fyri Harran, at hava samkomuna reina og ruddiliga. Má Hann signa tykkum ríkiliga.
Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju! Kol. 3:23
