Pjátran

PJÁTRAN er ein sang- og hugnaløta fyri foreldur og børn 0-5 ár.

Byrjað verður við eini sangløtu. Gjøgnum tónleik, rím, rørslur og rútmur fær barnið sansastimbrandi upplivingar í tí góða samspælinum við foreldrunum. Vit ynskja at skapa eitt umhvørvi við nærveru og nærleika, har barn og foreldur styrkast í sambandinum sínamillum.

Gjøgnum nakrar sangir og fastar bønir, bjóða vit eisini børn og foreldur at venda sær til Gud, og gleðast um tað lív, hann hevur givið okkum.

Aftaná sangløtuna bjóða vit frokost, og møguleiki er hjá børnunum at spæla.

Tiltakið er ókeypis, tó er gott, um tit hava 20 kr við fyri frokostin. Ein bússa stendur frammi til tað.

Pjátran er týsdagar kl. 11 í Lívdini við Vegin Langi 11, Hoyvík.
Í heyst byrja vit 29. septembur og endar 24. novembur. Í heystferiuni (13. oktobur) verður eingin Pjátran.

Kontaktpersónar: Synnøve av Rana (tel.: 503501) & Lillian B. Poulsen (tel.: 562332)