UngLív

UngLív er fyri øll ung sum ganga í 6.- 8. flokk. Vit eru saman hvønn sunnudag meðan sunnudagsskúlin er, har vit fáa bíbliuundirvísing og práta saman. Harafturat møtast hvørt fríggjakvøld kl 20-22 í Lívdini, har vit hugna okkum saman. Okkara fremsta endamál er, at ung skulu kenna seg heima í okkara samkomu, knýta vinarbond og koma at kenna Jesus sum sín besta vin.

Fríggjakvøld er nógv ymiskt á skránni. Eina ferð um mánaðir gera vit nógv burturúr sangi, vitnisburði ella talu, spølum oø. og hini fríggjakvøldini eru meiri frí, har pláss er fyri at tey sjálvi velja hvat tey ynskja at gera. Har hava vit borðspøl, borðtennis, bobb, tónleik, møguleika fyri at gera okkurt kreativt ella onkra kapping, kahoot osv.

Ein drekkamuður er altíð at fáa og vaksin fólk eru altíð tilstaðar.