Húsbólkar

Takið tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd!

Róm. 15:7

Ein húsbólkur er ein minni bólkur hjá okkum í samkomuni at savnast í regluliga.

Í húsbólkum knýta vit vinarbond, hugna okkum og byggja ein andaligan felagsskap. Eitt stað, har vit práta, biðja, vitna og deila lívið saman. Um Gud, hvat Hann ger í lívi okkara og okkara gerandisdegi.

Júst hvussu vit møtast, kann vera ymiskt frá bólki til bólk.

Um tú ynskir at gerast partur av einum húsbólki, kanst tú skriva til okkara ella seta teg í samband við okkum á tlf. 32 34 00.