Bíbliuundirvísing og bøn
Nú fara vit at hava miðvísa Bíbliuundirvísing í Lívdini hvørt týskvøld kl. 19-20. Týskvøldini í nov. kemur Høgni Johannesen at undirvísa um tað kristna lívið lýst út frá 1. Tessalonikubræv. Kl. 20-21 verður framvegis sum vant bønarløtan, og aftaná hetta verður eisini sum vant ein drekkamunnur at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin!
