Sunnudagar í Lívdini
Soleiðis sær ein vanligur sunnudagur út í Lívdini við Vegin Langa 11.
Kl. 11:00 Morgunmøti
Á morgunmøtinum lovsyngja vit saman, bróta breyðið og drekka av víninum til minnis um Harran og biðja. Hetta er ein løta fyri børn, ung og vaksin at finna hvíld og frið í nærveru Guds.
Steðgur
Aftaná morgunmøti er ein drekkamuður, og høvi er at fáa eitt gott prát. Steðgurin varar til kl. 12:15 tá møtið byrjar.
Kl. 12:00 Sunnudagsskúli
Meðan steðgurin heldur fram, og tey vaksnu enn fáa sær drekkamunn, byrjar sunnudagsskúlin í stóra salinum við eini góðari sangløtu. Tey vaksnu eru vælkomin við hesa løtuna, men sangurin er til børnini. Tá sangløtan er liðug, fara børnini upp á til undirvísing, spøl og ítriv. Til undirvísingina eru tey deild upp eftir aldri. Sunnudagsskúlin endar kl. 13:00 og tá eru foreldur vælkomin at avheinta børnini. Tey børnini, sum hava avvarðandi inni á møtinum, kunnu fara inn á møti til síni avvarðandi.
Kl. 12:15 Møti
Aftan á steðgin, tá børnini fara uppá, byrjar møtið. Vit syngja og hoyra ena talu. Av og á er ein stuttur vitnisburður, eitt lítið prát ella ein sangframførsla. Vit ynskja, at okkara sunnudagsmøti skulu vera fyri øll, ung sum gomul.
Verið hjartaliga vælkomin í Lívdina sunnudag.