Kom við!

Lívdin ynskir at vera eitt gott heim og vakstrarumhvørvi fyri teg og tíni.

Okkara vón er, at tú skalt kenna teg heima við tað frælsi og ábyrgd, sum fylgir við. At tú kanst koma, sum tú ert, kenna teg vælkomnan og fevndan og finna hvíld og áfylling, men eisini kenna, at títt íkast er nakað vert, at tú fært ment teg sum heilt menniskja, at tú veksur andaliga og knýtir vinarbond.