Umsorgan

msoran

Í Lívdini ynskja vit at vera ein samkoma fyri teg í øllum lívsins viðurskiftum, bæði høgt á tindinum og djúpt niðri í dalinum, ella tá ið tú stendur við eitt vegamót. Vit vita og hava roynt, at í Jesusi er kærleiki, gleði, vón og friður fyri tann, sum er sorgarbundin, vónleysur, niðurboygdur og friðleysur.

Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!
Gal. 6:2

Í bønini kunnu vit leggja alt fram fyri Gud og lata Hann bera okkum. Við umsorgan ynskja vit at bera byrðarnar hjá hvørjum øðrum, trygg í, at vit saman hvíla í Guds hondum.

Tí vilja vit eggja tær til at knýta vinabond við onnur í samkomuni, at koma tætt, at tora at vera opin og sárbar/ur, at tora at spyrja nærri og vera har fyri eitt annað menniskja.

Vit hava eitt gott yvirlit yvir tænastur og bólkar í Lívdini sum hava sum endamál at veita bøn, umsorgan og stuðul. Bólkayvirlitið liggur á Church Centre, ein app vit eru farin at brúka. Tú finnur tað við at trýsta á knøttin undir her. Har kanst tú lesa um tey ymisku bólkarnar ella seta teg í samband við bólkaleiðarin. Tú kanst eisini boða frá um tú veit um onkran sum hevur brúk fyri bøn og umsorgan.