Dópur

Hvat er dópur?

Í Matteusi 28:19, tá ið Jesus gav lærisveinum Sínum boð um at gera lærisveinar av øllum fólkasløgum, bað Hann teir eisini „doypa teir [lærisveinarnar av øllum fólkasløgum] til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.“ Hetta boð Kristusar tóku allar samkomurnar til sín og doyptu øll, sum í trúgv komu til Kristus og vórðu endurfødd.

Dópur fer fram soleiðis, at tvey fólk fara niður í vatn. Annað skal verða doypt, og hitt skal doypa. Tann, sum doypir, er ofta ein búgvin trúgvandi – kanska ein elsti, samkomutænari ella ein annar við ábyrgd í samkomuni. Hin er ein, sum er komin til trúgv á Jesus, er endurføddur og vil nú vera boðum Jesusar lýðin um at lata seg doypa. Tann, sum doypir, tekur um hin og sigur kanska: „Við tað at tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, doypi eg teg í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.“ Tað er ymiskt frá samkomu til samkomu, hvat sagt verður. Samkoman ger sjálv av, hvat verður sagt, og hvussu dópurin fer fram. Í onkrum førum hevur tann, sum skal verða doyptur, ein stuttan vitnisburð um frelsu sína. Síðani verður tann, sum letur seg doypa, koyrdur heilt undir vatn og kemur upp aftur.

Dópurin er ein útvortis vitnisburður ella tekin um eina innvortis hending ella veruleika – sanna umvending. Dópurin er ein lýdnisgerð og staðfesting av nøkrum, sum longu er farið fram í hjartanum.

Hví verður ein trúgvandi doyptur?

Dópurin er eitt tekin um samfelag – ikki bert samfelagið við Kristus, men eisini samfelagið við onnur trúgvandi. Harrin vil, at eg skal vera limur ella partur av húshaldi Hansara. Dópurin er ikki bert ein mynd av frelsuni ella nýggja lívi okkara í Kristusi, men av samfelagnum, sum kemur í lag, tá ið eitt menniskja gerst limur ella partur av likami Kristusar. Bíblian lærir greitt, at tað at fylgjast við Kristusi er ikki bert at trúgva, men eisini at trívast – at hoyra til. Kristna lívið er ikki eitt lív fyri seg sjálvt – einsamalt. Vit eru frelst til at hava samfelag við onnur trúgvandi. Paulus segði: „…tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds.“ (Ef. 2:19) Tá ið onkur verður frelstur, er tað heilt natúrligt, at hann eisini er vælkomin inn í samfelagið í eini samkomu.

Vilt tú verða doypt/ur?

Um tú ynskir at vera doypt/ur, set teg so í samband við okkum.

T-postur: livdin@livdin.fo
Tel.: 32 34 00