Poddvarp

Nú ber til at lurta eftir talum inná Apple og Goggle Podcasts. Poddcast verður á føroyskum rópt Poddvarp.

Eitt poddvarp er ein ljóð uppliving. Tað kann t.d. vera ein útvarps sending, ein ljóðbók, ein dramatisera søga, ella ein tala, ið tú kanst lurta eftir júst tá tú hevur hug og stundir til tess.

Tað ber til at fáa eini boð á telefonina hvørjaferð ein nýggj tala er tøk á heimasíðuni. Um tú ynskir kunning tá nýggjar talur eru tøkar, so mást tú trýsta á ”subscribe” ella ”abboner”. So ert tú við í haldinum.

Til ber at lurta eftir poddvarpum á snildfonum, teldlum og teldum. Tað krevst bert at hava eitt forrit, sum kann spæla tað av.

Forritini eru mong, men vit í Lívdini hava higartil lagt okkum eftir tveimum veitarum, sum náa eina sera breiða fjøld. Forritini eru ókeypis og løtt at nýta. Hevur tú eina Iphone, er eitt standar forrit á telefonini, sum eitur Podcast.

Allar aðrar snildfonum hava Android stýrisskipan. Hevur tú eina slíka telefon so má ein app installerast, sum eitur Google podcast.

Tá forritini eru funnin fram, so er bert eftir skriva ”Lívdin” í leiti funktiónina. Tá er tað lætt og skjótt at finna talurnar fram.