Nýggir húsbólkar byrja í jan. 2027
Ert tú nýggjur í Lívdini og ynskir at koma at kenna fólk í samkomuni, ella hevur tú verið ein partur av Lívdini í longri tíð og ynskir at koma at kenna fleiri fólk? Ja, so er ein góður møguleiki her við at tekna teg til ein húsbólk. Her hittist man runt um í heiminum hjá luttakaranum, og vanligt er, at drekkamuður er á skrá og síðani eisini okkurt fyriskipað til samfelag. Ein og hvør er vælkomin at melda seg til við at senda ein mail til beinta@livdin.fo, og tú frættir aftur frá okkum beint eftir nýggjárið.
