Jesus

HVØR ER JESUS?

Hann skrivaði onga bók, var ongantíð í almennum starvi og átti ongantíð nøkur hús. Hann noyddist at læna bát, pening og esil. Hann ferðaðist ongantíð longri enn 300 km frá heimbygd síni. Sokrates lærdi í 40 ár, Platon í 50 og Aristoteles í 40, men Jesus einans í 3. Tó hevur 3 ára læra Jesusar havt mangan størri og meira umfatandi ávirkan enn 150 ára læra teirra, ið verða hildnir at vera millum teir størstu heimspekingarnar í farnu tíð.

Jesus málaði ongan málning, men tó eru túsundtals listamálarar sum Rafael, Michelangelo og Leonardo da Vinci vorðnir eggjaðir at mála Hann. Jesus skrivaði einki skaldaverk, men tó hava tey ríkastu ritsøvnini hjá monnum sum Dante og Milton fingið sín íblástur frá Honum.

Jesus skrivaði ongan tónleik, men tó eru fleiri sangir, sálmar og symfoniir skrivað um Hann, enn um nakran annan í heimssøguni. Haydn, Händel, Beethoven, Bach og Mendelssohn rukku hægstu tindar í tónleikaverkum sínum, Honum til heiðurs.

Øll tey niðurskrivaðu orð, sum komu Jesusi av munni, rúmast í eini lítlari lummabók, men tó hava túsundtals bøkur verið skrivaðar um Hann. Eingin hevur nakrantíð havt so stórt árin á menniskju sum Jesus Kristus, Sonur Guds – sum sjálvur er Gud.

Ert tú júst/nýliga blivin frelst/ur? Ynskir tú at vita meiri um frelsuna?

Vit vilja gjarna hoyra frá tær og práta við teg! Ring á tel. 323400

Ella skriva til okkum á livdin@livdin.fo