Grundleggjandi sannleikar, sum Lívdin lærir

Tríeindin

Gud er Skapari heimsins og heldur heiminum uppi. Hann er æviga tríggir persónar: Gud Faðirin, Gud Sonurin og Gud Heilagi Andin. Allir tríggir eru eins í mátti og dýrd og eru ein Gud.

1 Mós. 1:1,26,27; 3:22; 5 Mós. 6:4; Esa. 45:14; 46:9; 48:16; Sálmur 90:2; Matt. 3:16-17; 28:19; 1 Pæt. 1:2; 2 Kor. 13:13.

GUD FAÐIRIN

Gud Faðirin verður ofta róptur fyrsti Persónur Tríeindarinnar. Hetta vil ikki siga, at Hann er nakað fram um hinar limir Tríeindarinnar. Hann er hin eini og sanni Gud, sum skapti alt og heldur øllum uppi. Gud er andi, ævigur, óbroytiligur, heilagur, rættvísur, sannleiki, altvitandi, almáttugur, allastaðni í senn, náðiríkur, kærleiksfullur, dómari og frelsari. 


1 Mós. 1:1; Sálmur 19:2; Róm. 1:19-20; Jóh. 4:24; Heb. 1:12; Esa. 40:27-31; Sálmur 139:7-12; 2 Pæt. 3:8; 1. Jóh. 1:7; 4:8; Esa. 6:1-3; 5 Mós. 32:4; Sálmur 145:9; Jóh. 3:16.

GUD SONURIN – JESUS KRISTUS

GUD SONURIN – JESUS KRISTUS 
Jesus Kristus hevur sama mátt og somu dýrd sum Faðirin og Heilagi Andin. Sum fullkomið menniskja livdi Hann eitt syndafrítt lív og gav Seg Sjálvan sum lýtaleyst offur fyri synd, tá ið Hann doyði á krossinum. Hann reis upp frá hinum deyðu triðja dagin og vísti Seg sum sigurharra yvir deyðanum. Hann fór til Himmals og tænir har í dag. Ein dag fer Hann at koma aftur í mátt og miklari dýrd sum Kongur konganna og Harri harranna. 


Matt. 1:22,23; 28:6; Esa. 9:6; Jóh. 1:1-5, 14; 8:29,58; 14:10-30; Heb. 4:14,15; 1 Kor. 15:3,4; Áp. 1:9-11; Kol. 2:9,10,15; 1 Tim. 6:14,15; Tit. 2:13.

Bíblian

Bíblian er Orð Guds og er skrivað av menniskjum undir leiðslu Heilaga Andans. Hon er innblást av Gudi og er grundarlagið undir og myndugleikin yvir øllum sannleika og er vegleiðarin fyri andaliga lívið.

Menniskjan og synd

Menniskjan er skapt í mynd Guds og er dýrabarasti skapningur hansara. Men menniskjan er dálkað av synd og er tí skild frá Gudi. Synd gevur ikki bert menniskjanum nógvar trupulleikar í dagliga lívinum, men ger, at menniskju uttan Gud enda æviga skild frá Gudi.

Frelsan

Frelsan er fría gáva Guds til syndafull menniskju. Frelsan kann ikki vinnast við góðum verkum, men einans við trúgv á Jesus Kristus, offur Guds fyri synd. Vit fáa ævigt lív – verða fødd av nýggjum – í tí løtu, vit bjóða Jesusi inn í lív okkara sum Frelsara og Harra.

Ævigur tryggleiki

Ein sannur trúgvandi hevur ævigt lív – ein ævigan tryggleika í frelsu síni.

Afturkoma Harrans

Áðrenn Jesus fór til Himmals, segði hann lærisveinum sínum, at hann fór at gera stað til reiðar, og tá ið hann hevði gjørt teimum stað til reiðar, kom hann aftur eftir teimum.

Ævinleikin

Menniskjan er skapt at liva í allar ævir. Hon kann liva æviga skild frá Gudi vegna synd ella í ævigum samfelagi við Gud grundað á fyrigeving syndanna til frelsu.

Lívsstílur

Hvussu vit ynskja at liva

Grundað á tað, sum Bíblian lærir, eru vit sannførd um, at lívsstílur okkara eigur at eyðkennast av hesum:

Bíblian hægsti myndugleiki

Vit líta á Bíbliuna sum dagliga vegleiðara okkara í andaliga lívinum.

Persónlig atgongd

Hvør einstakur trúgvandi hevur beinleiðis atgongd til Gud.

Geva

Hvør einstakur trúgvandi hevur frælsi at geva regluliga og miðvíst av tíð, orku og inntøku síni.

Dópurin

Dópurin er ein lýdnisgerð, sum ein trúgvandi ger fyri Kristusar skuld og øðrum til vitnisburð.

Breyðbrótingin

Vit ynskja at minnast deyða og uppreisn Jesusar við breyði og víni, júst sum hann gav okkum boð um.

Leiðsla Heilaga Andans

Andaliga lívið kann bert livast við kraft Heilaga Andans. Vit ynskja tí dagliga at undirgeva okkum myndugleika Heilaga Andans, so vit kunnu gera tað, sum rætt, reint og gott er.

Øll tæna

Hin trúgvandi, uttan mun til kyn, bakgrund ella status, hevur fingið andaligar gávur til tess at tæna Harranum, so at samkoman kann verða signað og uppbygd.

Boða evangeliið

Tað er framíhjárætturin hjá hvørjum trúgvandi at luta gleðiboðskapin við tey, sum Gud leiðir inn á leið teirra.