Lívdin hevur elstar, sum leiða samkomuna.
Elstar eru leiðarar, sum hava evstu ábyrgd av lívi og læru samkomunnar. Teir eru hirðar, sum taka sær av fólkinum, og umsjónarfólk, sum hava umsjón við vælveru og trivnaði hjá samkomuni (1 Pæt. 5:1-2).

Beinta Áargarð
Gift við Absalon, og saman eiga tey tríggjar døtur.
Beinta er ættað úr Havn, men er eisini uppvaksin í Danmark.
Hon bleiv frelst sum smágenta – veit ikki tíð og stað.
Beinta er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir sum deildarleiðari á eldraøkinum. Beinta hevur síðan desembur 2012 verið partur av elstabólkinum.
Tel.: 512655
T-postur: beinta@livdin.fo

Regin Djurhuus Hammer
Er giftur við Beintu. Tey eiga 4 børn saman – Tóru, Rúna, Pætur og Jógvan. Regin er uppvaksin í Havn og er útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann arbeiðir á Fróðskaparsetrinum, har ið hann undirvísir. Regin hevur síðan á sumri 2018 verið partur av elstabólkinum.
Tel.: 283848
T-postur: regin@livdin.fo


Guðrun Johansen
Er gift við Hans Ova Johansen ,Tey eiga 3 børn.
Eg eri útbúgvin heilsuhjálpari og røktari,

Rúni Højgaard
Er giftur Lis, og tey hava tvey børn. Hann er útbúgvin flogskipari. Rúni gjørdist persónliga trúgvandi sum tannáringur á summarlegu á Zarepta. Aftan á 12 ár í útlandinum flutti familjan heim aftur til Føroya í 2002, og Lívdin bleiv teirra andaliga heim. Rúni gjørdist partur av ungdómsleiðsluni í 2012 og hevur síðan á sumri 2018 verið partur av elstabólkinum.
Tel. 221011
T-postur: runi@livdin.fo