Bønarkort

Sum samkoma møtast vit til bøn, bæði tá vit eru saman á møtum, men vit kunnu eisini biðja heima við hús, og tá ið vit møtast í smærri bólkum.

Hvørt týskvøld kl. 20 møtast vit at syngja og tilbiðja Gudi saman í Lívdini.

Tú kanst eisini venda tær til samkomuna á tlf. 32 34 00 við einum bønarevni ella fylla eitt bønarkort út her á síðuni.

Eitt av endamálum samkomunnar er bøn. Ein biðjandi samkoma er ein sterk samkoma. Ein biðjandi samkoma er ein signað samkoma. Ein biðjandi samkoma er ein samkoma, sum ber ávøkst.

Bøn er staðið, har tey trúgvandi hava beinleiðis atgongd til Gud, og sum signingin flýtur til teirra ígjøgnum. Har er eingin bíðirøð. Eingin bíðitíð. Har er eingin millumpersónur. Í teirri løtu, vit biðja, hoyrir Gud okkum og er til reiðar at svara bønum okkara.

Rópa til Mín, og Eg skal svara tær, og Eg skal kunngera tær tað, ið stórt og ófatandi er, slíkt sum tú kennir ikki!
Jer. 33:3