Ung
Vit eru glað fyri øll ættarliðini í Lívdini – børnini, tey ungu og tey tilkomnu.
Hvønn sunnudag samstundis sum møti er sunnudagsskúli í skúlanum við Løgmannabreyt.
Pjátran er fyri foreldur og børn í bygningi okkara við Vegin Langa.
Ung í Lívdini hava ungdómsmøti í skúlanum við Løgmannabreyt annað hvørt leygarkvøld kl.21, umframt at tey møtast til onnur tiltøk.
UngLív er bólkurin fyri tey sum ganga í 6.-8. flokk, tey møtast hvørt fríggjakvøld kl.20 í bygninginum við Vegin Langa.