
Ver virkin
Vit vilja so fegin, at tú skalt kenna teg heima millum okkum.
Í Lívdini eru nógv tiltøk tú kanst koma til. Vit vóna at tað kann vera bæði spennandi, gevandi og læruríkt. Tú finnur eina dagførda skrá á forsíðina her. Eisini leggja vit út kunning um tiltøk á sosiala miðlar.
Í Lívdini er eisini nógvar møguleikar at vera virkin og á tann hátt tæna Gudi og menniskjum við tíni tíð og tínum førleikum. At vera virkin í eina tænastu, ella koma uppí ein vina- ella húsbólk kann vera avgerðandi fyri um tú kemur at trívast í samkomuni. Tað er eisini í hesu minni bólkarnir at vit kunnu vaksa og búðnast andaliga.
Vit hava eitt gott yvirlit yvir bólkar tú kanst koma uppí í Lívdini á Church Centre, ein app sum vit í Lívdini eru farin at brúka fyri at skipa okkara virksemi. Har finnur tú ymisk sløg av trivnaðarbólkar, tænastubólkar og fyrireikingarbólkar. Til ber at lesa meira um hvønn bólk og eisini at biðja um at sleppa uppí einum bólki.
Trýsta á knøttin, so kemur tú til bólkayvirlitið.
Tað ber eisini til at seta seg í samband við í leiðsluni, til dømis á einum møti í Lívdini, um tú vilt hava meira kunning ella ynskir at gerast partur av eina tænastu.
Eisini kanst tú brúka oyðublaðið umvegis leinkjuna.