Endamál, kjarnuvirði og hugsjón
Dreymurin um eina samkomu, sum skuldi náa nærumhvørvinum í Hoyvík, og ein miðdepil, sum kundi vera borgarunum til signing, sá fyri fyrstu ferð dagsins ljós, tá ið Lívdin hevði sítt fyrsta almenna møti 26. august 2001.
Vit sóu fyri okkum eina samkomu
har vitjandi kunnu kenna seg vælkomin | |||
har fólk trívast og kenna seg heima | |||
har fólk mennast og búnast andaliga | |||
sum peikar á vegin til Jesus | |||
sum umfevnir alla familjuna | |||
sum letur dyrnar upp fyri trúgvandi, sum ikki hava eitt andaligt heim | |||
sum nær út til alt Føroya land | |||
sum sendir trúboðarar út í heim |
Bøn okkara var, at Lívdin skuldi røkka enn longur — til Havnina, Føroyar og allan heimin. Og nú eru vit mitt á ferðini at gera henda gudgivna dreym til veruleika.
Endamál
Grundstøði okkara er Jesus Kristus, og vit játta hann sum Harra og Frelsara okkara. Uttan hann er eingin samkoma. Endamál okkara eru grundað í Bíbliuni og byggja á sannleikarnar í Matteus 28:16-20 og Ápostlasøguni 2:42-47 — tilbiðjan, trúboðan, tænasta, samfelag og læra.
Vit ynskja at
Dýrmeta Gud í øllum | TILBIÐJAN | |||
Breiða út alla frelsuætlan Guds | TRÚBOÐAN | |||
Hjálpa menniskjum | TÆNASTA | |||
Vísa umsorgan | SAMFELAG | |||
Liva Guds endamál við okkum | LÆRA |
Kjarnuvirði
Vit ynskja at liva eftir nøkrum grundvirðum, sum eyðkenna alt, ið vit gera.
Viðkomandi
Hava fingurin á pulsinum í samtíð okkara og eggja samkomuni til at vera virkna, skapandi og nýhugsandi í samfelagnum.
Frælsi
Glaður, náðiríkur og frískur kristindómur skal eyðkenna Lívdina.
Ábyrgd
Fyrimyndarliga at elska næsta okkara og vísa ábyrgd, dygd og umsorgan í øllum, sum vit gera.
Hugsjón
Við grundleggjandi endamálum og greiðum kjarnuvirðum ynskja vit eisini at gera visiónir okkara ítøkiligar í gerandisdegnum.
Í øllum, sum vit gera, ynskja vit at:
Spreiða vón
Menna vitan
Vísa umsorgan
Stimbra skapanarevni
Verja verjuleys