Sunnudagsskúlin
Í Lívdini bjóða vit øllum børnum vælkomnum, og vit ynskja, tey skulu uppliva, at tey eru virðismett og elskað!
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga!
So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Orðt. 22:6
Endamálið við sunnudagsskúlanum er at vinna børn og ung fyri Jesus, at børnini knýta vinabond sínámillum, og at tey kenna seg heima í samkomu Guds.
LEIÐREGLUR AT FYRIBYRGJA ÁGANGI MÓTI BØRNUM OG ÓMYNDIGUM Í SAMKOMUARBEIÐI
Hesar leiðreglur eru gjørdar fyri:
At verja okkara børn og ungu fyri ágangi
At tænastufólk ikki verða órættvíst ákærd fyri ágang
At tænastufólk ikki koma í støður, har lætt er at koma barni ov nær
Tískil hava vit orðað nakrar leiðreglur, sum vit javnan gera vart við, soleiðis at vit alla tíðina arbeiða fyribyrgjandi. Og um vit renna okkum í trupulleikar, so hava vit leiðreglurnar, sum vit kunnu handla útfrá