Vinabólkar

Góður sosialur trivnaður er ein fyritreyt fyri, at børn trívast í eini samkomu. Eisini tá tey gerast tannáringar. Ein góður máti er at gerast partur av einum vinabólki, so at børn kunnu knýta vinabond.

Í Lívdini er hugsanin, at vinabólkar hittast regluliga heima hjá hvørjum øðrum. Dentur verður lagdur á samveru, spæl og okkurt lætt til góman. Einki hóvasták. Vit ynskja, at børnini eru saman uttan skerm hesa løtuna.

Av royndum rigga vinabólkar best, um tvey foreldur eru samskiparar í hvørjum bólki fyrstu árini.

Kontaktpersónur: Katrin Árnadóttir Hansen (tel. 263109)