Barnamøtir í Hebron á Argjum
Samkomunar Hebron, Ebenezer og Lívdin hava í mong ár havt eitt samstarv, at skipa fyri barnamøtum. Hebron hevur bygt út og vit gleða okkum til, at barnamøtini fyri fyrstu ferð verða í Hebron á Argjum. Heitið á møtunum er: “Ver ikki bangin” við minnisørindinum Heb. 13:6 “Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast.”
Vit byrja fríggjadagin klokkan 17.00 við døgurða og halda á leygardagin klokkan 16.00, tá vit byrja við at bjóða nýbakaðar vaflur. Sunnudagin eru øll boðin til sunnudagsskúlarnar, sum eru í Ebenezer, Hebron og Lívdini.
Okkara bøn er, at møtini verða til signing fyri bæði stór og smá.