Pjátran

PJÁTRAN, ein sang- og hugnaløta fyri foreldur og smábørn.

Týsdagar kl. 10 frá 7. februar og til og við 28. mars 2023

Byrjað verður við eini sangløtu. Gjøgnum tónleik, rím, rørslur og rútmur fær barnið sansastimbrandi upplivingar í tí góða samspælinum við foreldrini. Vit ynskja at skapa eitt umhvørvi við nærveru og nærleika, har barn og foreldur styrkast í sambandinum sínámillum.

Við nøkrum sangum og føstum bønum bjóða vit eisini børnum og foreldrum at venda sær til Gud og gleðast um tað lív, hann hevur givið okkum.

Aftan á sangløtuna er ein løta har børnini kunnu spæla saman, og til ber eisini at eta matpakka. Vit bjóða drekka og frukt.

Tiltakið er ókeypis. Tó er gott um tit hava 10 kr. við fyri drekkamunnin. Ein bússa stendur frammi til tað.

Her er ein leinkja til ein bólk inni á forritinum Planning Centre, sum Lívdin er farin at brúka. Í bólkinum ber til at finna faldaran við sangum og nakrar ljóðfílar.

Kontaktpersónur: Synnøve av Rana (tel.: 32 34 00)