UngLív

UngLív er fyri øll ung, sum ganga í 5. flokk og uppeftir. Vit eru saman hvønn sunnudag, meðan sunnudagsskúlin er, har vit fáa bíbliuundirvísing og práta saman.

Harafturat møtast vit fríggjakvøld kl 20-22 í Lívdini, til góða samveru, drekkamunn, spøl og andaligt innihald.

Fríggjakvøldini ynskja vit at skapa góðar og tryggar rammur fyri tey ungu, har tey kenna seg væl og tíma at vera. Tey ungu hava nógvar møguleikar í dag og nógv at fara til, so vit síggja týdningin í at geva teimum eitt gott stað at vera; eitt stað, har tey kunnu vera saman við vinum, møguliga fáa nýggjar vinir, og har vaksin altíð eru til staðar, sum eru nærverandi og tøk at práta við. Tað sosiala er umráðandi, men vit ynskja eisini at fortelja hesum ungu um Jesus og góð kristin virðir. Tí verður eitt stutt orð/andakt eisini hvørjaferð.