Ung í Lívdini fortelja: Sámuel Grímsson Poulsen

Sámuel Grímsson Poulsen saman við vinum í Spania.

Hvør ert tú?

Kæru brøður og systrar í Harranum:)

Eg eiti Sámuel Grímsson Poulsen. Eg komi frá Hoyvík, sum eisini er kend sum dýrdin. Nei tvætl. Eg eri sonur Grímur Inga Poulsen og Lillian Bjarnadóttir Poulsen. Mær dámar væl at spæla tónleik og syngja. Elski at ganga á møti, og verða saman við brøðrum og systrum. Eg elski Jesus og Hansara orð og onki er betri enn tað sum Hann gjørdi fyri okkum á Golgata:)

Hvussu komst tú í Lívdina?

Eg eri uppvoksin í Lívdini. Gekk fyrst í Mizpa á Eiði, ímeðan vit búðu í Ljósá. Har eg gekk tvey tey fyrstu árini í mínum lívi, og tá vit fluttu til Hoyvíkar byrjaðu vit at ganga í Lívdini. Eg eri so uppvaksin við at ganga í sunnudagskúla, og seinni á ungdómsmøti, og eg havi ongan hug at fara haðani frá.

Hvørjar ætlanir hevur tú fyri frammtíðina?

Eg ætli mær fyrst at blíva liðugur við miðnáms útbúgving á Glasir. Síðani ætli eg mær til skips, sum skipara ansperantur, og síðani í skúla til skipsførara. Eg ætli mær nokk eisini at fara við Logos Hope, um Harrin vil. Hvar enn so Harrin leiðir meg til, har skal eg fara.

Er ein sangur, sum tú dámar serliga, og kanst tú siga nakað um sangin?

Mær dámar sera væl ein sang hjá Casting Crowns, sum eitur Nobody. Hesin sangurin hevur nógv at siga fyri meg, tí at hann fokuserar á, at eg eri onki. Eg eri her bara fyri fortelja øðrum um ein mann, sum frelsti mína sál. Síðani Hann frelsti, hann gav mær hjarta, so at eg livi fyri at verðin kann síggja, ongan uttan Jesus. Sjálvt um vit ikki tora, so er Hann altíð har. Móses var bangin fyri at tosa framman fyri fólki, og Dávid fór ímóti einum vápnaðum risa, við einum sleingibandi. Gud kann brúka fólk, sum Móses og Dávid. Móses dugdi ikki at tosa, men hann leiddi Ísraelsfólk út úr Egyptalandi, og Dávid var bara ein tannáringur, tá hann fór ímóti einum trøllvaksnum manni. Tað fortelur mær so nógv. Eisini tað at hann valdi tólv útskot, sum lærusveinar sínar. Hann valdi ein tollara, ein zelotes (ein uppreistrabólkur tá), hann valdi fiskimenn, sum ikki høvdu so nógv at siga tá. Eg eri ikki ein góður persónur, men Jesus frelsti meg álíkavæl. Tí er hetta ein so góður sangur. Vit eru bara her fyri at fortelja onnur:)