Ung í Lívdini fortelja: Anna Elisabet Brimsvík
Hvør ert tú?
Eg eiti Anna Elisabet Brimsvík, eg eri 15 ár. Eg eri frá Havn. Míni foreldur eita Marin og Tonny Brimsvík. Eg gangi í 9 í skúlanum á Fløtum.
Hvussu komst tú í Lívdina?
Eg haldi at eg havi altíð verið í livdini, tá eg bleiv fødd gekk mín familja har.
Hvørjar ætlanir hevur tú fyri framtíðina?
Næsta ár fari eg í Námx, men annars veit eg ikki hvat eg skal vera tá eg blívi vaksin, men eg veit at Gud hevur okkurt fyri meg.
Er ein sangur, sum tú dámar serliga, og kanst tú siga nakad um sangin?
Mær dámar væl sangin “Óttast ikki, Eg eri við tær” tá eg var ein smá genta minnist eg hendan sangin væl, og enn i dag situr hann mær tætt at hjarta. Tað sum Gud sigur við meg igjøgnum sangin er at Hann er við mær, og at um eg havi ein veikleika, so hjálpir Hann mær. Í sanginum nevna tey Móses at hann kundi ikki tala, og tað vísir mær hvussu stórir Gud er og hvussu Hann hjálpir okkum.