Stuðla Zarepta við bakstri 6. juni

Vit hava tørn komandi hósdag 6. juni, at lata bakstur o.a. til Zarepta. Tað sum vit eru biðin um at koma við er: Bollar, køkur og dessertir av øllum slag. Um tit ynskja at lata okkurt, men hava ikki tíð at baka, so kann okkurt eisini keypast 🙂 Bakstur oa. skal avleverast í Lívdini. Hurðin sum vendir móti Løgmannabreyt verður opin hósdagin 6 juni, og maturin skal vera inni í seinasta lagi kl. 18.00 sama dag.

Minnist til at biðja fyri verkinum á Zarepta

Øll kunnu verða við til at stuðla verkinum í Zarepta við at baka ella keypa mat til legurnar. Ynskir onkur at lata pening í staðin fyri mat, ber til at flyta peningin á konto hjá Zarepta á 6460 1566662 og viðmerkja “til køkin”.

Takk 🥰