Stóra vaskivikan í Lívdini
Mánadagin 6. februar byrjað tann stóra vaskivikan í Lívdini.
Ymisku tænastunar í Lívdini hava fingið høvuðsábyrgd av teimum ymisku økunum í húsinum soleiðis at alt verður vaska.
Men tørvur er á øllum hondum, so um tú ikki er við í eina tænastu skalt tú bara koma við alíkavæl.
Fordeilingin sær soleiðis út:
- Køksliðini við Anitu Johannesen, sum høvuðsábyrgdara hava ábyrgd av at vaska alla niðaru hæddina í frambygninginum – minus tað lítla rúmið undir trappuni. Tey vaska eisini køkin backstage.
- Sunnudagsskúlin við Lillian B. Poulsen, sum høvuðsábyrgdara hava ábyrgd av at vaska alla ovaru hæddina í frambygninginum pluss trappuna niðurundir og tað lítla rúmið undir trappuni.
- Toymini hjá møtileiðarunum við Beintu Áargarð, sum høvuðsábyrgdara vaska salin + barnarúmið.
- Lovsongstoymini og teknink fólkini við Oluf Færø, sum høvuðsábyrgdara vaska ”garðin hjá tekninkarunum í salinum”, pallin og alla niðaru hæddina backstage minus køkin.
- Ung Lív og Alive fólkini við Gunnvu Arge, sum høvuðsábyrgdara vaska ovaru hæddina backstage.
- Vælkomsttænastan við Anniku Arnsteinsdóttir, sum høvuðsábyrgdina vaska balkongina.
Tankin er at tænasturnar eisini rudda upp og ruddar út í sínum økið meðan vaska verður.
Man kann koma ígjøgnum alla vikuna og vaska eina løtu, sum tað passar hvørjum einstøkum og so boða høvuðsábyrgdarinum, Lilljuni B. Poulsen ella Synnøve av Rana frá hvat er vaskað.
Leygardagin 11. februar verður so endaspurturin og tann stóri vaskidagurin. Tá byrja vit frá morgunstundini av og servera morgundrekka klokkan 10.00 og klokkan 14.00 verður suppa at fáa.
Komið við!
Og sig gjarna frá at tit koma (323400) so vit vita hvussu nógv koma at eta.