Samkomulega á Zarepta 15-17 mars 2024
Tað verða góðir dagar við andaligari áfylling, góðum felagsskapi og stuttligum aktivitetum. Børn, ung og vaksin – vit fara øll at hugna okkum!
Skrá fyri leguna, og praktisk viðurskifti, fáa tit seinni.
Tað ber bara til at tekna seg til alla leguna. Tey, sum ætla sær á legu, men ikki at gista, mugu eisini tekna seg og gjalda legugjald. Plássið er avmarkað, men vit gera okkara besta fyri at fáa pláss til so nógv sum gjørligt.
Tað merkir, at familjur ikki fáa eitt kamar í part, men vit gera kvinnu/gentu-kømur og mannfólka/dreingja-kømur. Tó royna vit at seta kømurini saman á best møguligan hátt.
Vit gleða okkum til eitt gott vikuskifti har vesturi.
GG Foreldur sum hava fleiri enn 3 børn, einans gjalda fyri 3 tey elstu børnini. Tó “Gesta”-børn og ung gjalda vanligt gjald.
Vaksin, 18 ár og eldri kr. 600,-
Ung, 15-17 ár kr. 350,-
Børn, 2-14 ár kr. 250,-
___________________________________________
Tey hava 12 kømur, sum eru avløgd til okkara á Hotel Vágum. Tey sum ynskja kamar skulu bíleggja í seinasta lagi 5. Februar. Tey kunnu ringja ella skriva til Moniku Zachariasen Egilstrøð. Tlf 289834 og mail: monika@hotelvagar.fo og upplýsa bókingarnummar: 50190541 og Zarepta
Prísurin er 1195kr pr kamar pr nátt íroknað morgunmat
___________________________________________