Páskir 2023

Nú standa páskirnar fyri durum, størsta høgtíð okkara. Vit minnast deyða og uppreisn Jesusar, hansara stóra kærleika og náði til okkum, og hansara fullkomna sigur á syndini, deyðanum og øllum deyðskreftunum.

Runt um í Føroyum eru ymisk møtir og stevnur um páskirnar, sum vit eggja tykkum at fara til. Her er eitt lítið yvirlit.

Páskir í Lívdini

Í Lívdini hava vit møtir sum vanligt hvønn sunnudag. Bæði pálmasunnudag og 1. Páskadag verður morgunmøti kl. 11 við breyðbróting, og møti kl. 12:15 við undirvísing úr Bíbliuni. Millum møtini (uml. kl. 11:45 – 12:15) er ein steðgur við drekkamunni.

Pálmasunnudag heldur Synnøve av Rana fram í røðini “Lær okkum at biðja” við evninum “Lovsongur”. 1. Páskadag talar Símun Absalonsen.

Pálmasunnudag verður sunnudagsskúli sum vanligt. Kl. 12 møtast øll børnini í stóra sali til eina sangløtu. Síðani fara tey í flokkar til undirvísing, spøl og ítriv.

1. Páskadag er eingin sunnudagsskúli. Tó eru børnini altíð vælkomin til okkara møtir! Um børnini ikki orka at verða á øllum møtinum, hava vit eitt barnarúm og eitt kaféøki, har børnini kunnu vera.

Barnarúmið er innrættað soleiðis at glasveggir eru bæði inn til salin og inn til kaféøkið. Barnarúmið er ætlað teimum yngstu børnunum at koma saman við einum vaksnum. Har eru góð sitipláss, leikur og bøkur til børnini og hátalari, so at man hoyrir, hvat gongur fyri seg í salinum. Minnist til at fara væl um og at seta leikur, bøkur og annað uppá pláss, tá tit fara avstað.

1. Páskadag verður møguligt at tekna, spæla spøl ella byggja lego í kaféøkinum. Har verður eingin skipað ansing, men foreldur hava ábyrgd av sínum børnum. Vit heita á tykkum, um at fara væl um, og at rudda upp eftir børnunum.

Hjartaliga vælkomin.

Kristfest

Tónleikafestivalur í leguhúsinum í Nesvík leygarkvøldið 1. apríl. Hans Inge Fagervik, Ulf Christiansen, T.O.S, TeenStreet-bólkurin og nógv onnur syngja og spæla. Atgongumerki kunnu keypast á atgongmerki.fo ella við dyrnar. Til ber eisini at gista í Nesvík.

Páskastevnan í Kelduni

Keldan í Skálafirði bjóðar til páskastevnu við evninum “Byggja Guds Ríki”. Høvuðstalararnir eru Mats-Ola Ishoel, sum í nógv ár hevur arbeitt í Russlandi, Joachim Lundquist sum í meiri enn 30 ár hevur arbeitt við ungum, og Búgvi Olsen, hjálparpastorur í Kelduni.

Programmið er frá skírisdegi til 2. páskadag, og á skránni eru bæði møtir, ungdómsmøtir, barnamøtir og lovsangskvøld.

Páskastevnan í Eysturoynni

Brøðrasamkomurnar í Eysturoynni bjóða til páskastevnu við evninum “Hann pláss mítt tók í dóminum”. Stevnan byrjar við møtum í Berøa í Saltangará skíriskvøld og langafríggjadag. Langafríggjakvøld, páskaaftan og páskadag eru møtir í høllini á Skála. Á skránni er bæði møtir, ungdómsmøtir og ein sangløta.

Ungdómspáskastevnan í Meinigheitshúsinum

Meinigheitshúsið í Havn bjóðar til ungdómspáskastevna. Høvuðstalarar eru Wilson og Grace Goeda úr Suður Afrika. Stevnan verður skírishósdag til og við páskadag, og møti verður hvørt kvøld kl. 20.00.

Ung í Havnini og úr øllum landinum eru boðin vælkomin.

Páskastevnan í Porkeri

Brøðrasamkomurnar í Suðuri bjóða til páskastevnu í Porkeri í ár.