Kristnastovudagur í Lívdini
Leygardagin 7. oktober verður eitt serstakt tiltak í Lívdini í Hoyvík í sambandi við, at Kristnastova hevur rundað tey 50 í hesum døgum.
Hetta verður eitt høvi at siga Harranum takk fyri signingar og trúfesti Hansara hesa farnu hálvu øld – og eisini teimum, sum hava stuðlað og staðið rundan um hetta verk.
Vit vóna at síggja mong, bæði fyrrverandi útisetar, stuðlar og vinir hjá Kristnastovu.
Hjartaliga vælkomin skulu tit vera!
Skráin:
15:30–16:00 Vælkomuløta
16.00–17:30 Vit hyggja afturá við takksemi til Gud og fólk hansara. Samrøður, lovsangur, hugleiðing við myndum.
17:45–19:00 Nátturði, kaffi og samfelag
19:00–20:15 Vit hyggja framá við væntan og vón
Lovsangur – stuttur filmur um Kristnastovu – boðskapur, takkarløta