Christmas Child-tiltakið
Nú er aftur tíð at fáa pakkað eskjurnar til Christmas Child-tiltakið, og aftur í ár fara eskjurnar úr Føroyum til Ukraina. Tað verður samlað inn í Lívdini sun. 25. okt. Minst til, at sápa ikki má leggjast í eskjuna, hvørki flótandi ella turr. Og minst til at lata kr. 40,- til transportin av eskjuni, hesir pengar skulu ikki í eskjuna, men latast inn við síðuna av.
Tað ber til at lesa meira um tiltakið á heimasíðuni https://www.christmaschild.fo/
