Allan vegin fyri Jesus
1.-2. Mai skipar YWAM Føroyar fyri Allan Vegin fyri Jesus” í Lívdini. Allan Vegin fyri Jesus er eitt ungdóms tiltak, sum leggur dent á missión, og eggjar ungum at liva eitt heil hjarta lív fyri Jesusi.
Gesta talarar hesaferð eru Richard og Malin Nordvoll. Tey hava virka í YWAM í yvir 10 ár, og arbeiða á Grimerud í Noreg við trening og mobilisering. Tey hava eitt hjarta fyri lærusveinaskapi og at útrusta ungdómar at liva í sínum kalli, og at senda tey út í missión. Tað verða tvey ungdómsmøtir, fríggjakvøld og leygarkvøld kl 20. Leygardagin frá 10-15 verður eitt lærasveina tiltakið ´Djypri við Jesusi´, har vit fáa undirvísing, góðan felagskap og mat. Hetta tiltakið kostar 150,- og krevur tilmelding.
Meira kunning kemur seinni. Set X í kalendarin 1.-2. mai. Vit gleða okkum at síggja teg!
