1. Pætursbræv: Pætur
Sunnudagin 22. januar settu vit hol á talurøðina um 1. Pætursbræv, sum vit fara ígjøgnum í vetur og vár.
Vit vilja eggja tær eisini at granska brævið hetta sama tíðarskeiðið. Lat okkum taka okkum tíð at lesa gjøgnum brævið fleiri ferðir, grundað á tað, og lata Gud tala til okkara.
Her á síðuni fara vit framyvir at leggja nakrar greinar út, sum vónandi kunnu stuðla upp undir lesnaðin av 1. Pætursbrævi. Vónandi kanst tú fáa nakað burturúr, bæði um tú vanliga lesur nógv í Bíbliuni, ella um tað er nakað nýtt fyri teg.
Viðhvørt verður tað tikið í aftur í evni frá talurøðini, men onkuntíð er talan um evni, sum vit ikki fáa tikið upp í talunum, men sum kortini eru viðkomandi og spennandi.
Pætur
Hvør er hann, sum skrivaði 1. Pætursbræv?
Í 1. Pætursbræv kapittul 1 og vers 1 verða vit introduserað fyri rithøvundanum.
Pætur, ápostul Jesu Krists – til útlendingarnar í sundurspreiðing í Pontus, Galatia, Kappadokia, Asia og Bitýnia
1. Pæt. 1:1
Hvør var Pætur?
Tey av okkum, sum eru uppvaksin við bíbliusøgum, og sum hava lisið Bíbliuna sjálvi ella hava gingið í eini samkomu í eina tíð, kenna rættiliga væl til Pætur. Hann var ein av teimum 12 lærisveinunum, og er kanska tann lærisveinurin, sum vit fáa mest at vita um í Nýggja Testamenti. Hann er ein av teimum nærmastu hjá Jesusi, um ikki tann nærmasti.
Hann var ein fiskimaður úr Galilea og æt upprunaliga Símun. Men tá Jesus kallar hann til lærisvein, sigur hann, at nú skalt tú kallast ‘Kefas’, sum síðani er umsett til grikst ‘Petros’ (Joh.1:43) og sum á okkara málið verður til Pætur.
Hann hevði eina vermóður, sum Jesus grøddi frá ringum febri (Luk.4:38-39). Kona Pætur er ikki nevnd í evangeliunum, men Paulus sipar allarhelst til, at Pætur í tænastuni ferðast saman við konu síni.
Hava vit ikki rætt at føra eina systir við okkum sum konu – líka væl sum hinir ápostlarnir og brøður Harrans og Kefas!
1.Kor.9:5
Hatta versið er eftir mínum tykki eitt sindur torført umsett á føroyskum, og ljóðar sum um, at Paulus argumenterar fyri at sleppa at giftast.
Orðið, sum á føroyskum er umsett til «føra,» er á grikskum orðið περιάγω «periago». Tað er ikki nogv brúkt, eini seks ferðir til samans í Nýggja Testamenti, og tá er tað altíð um at ferðast reint geografiskt. Til dømis Matt. 9:35, har tað stendur at «Jesus ferðaðist nú um í øllum støðum og bygdum».
Orð fyri orð vildi 1.Kor.9:5 ljóðað nakað soleiðis:
Nei ikki hava vit myndugleika eina systir eina konu at ferðast um líka sum eisini hinir ápostlarnir og brøður Harrans og Kefas
Sum nokk betur kann skiljast soleiðis: Hava vit ikki rætt at ferðast um við eini systir ella konu, líka væl sum hinir ápostlarnir og brøður Harrans og Kefas?
Eitt lítið síðuspor gott nok, men nokk so stuttligt at lesa, at Pætur, beiggjarnar hjá Jesusi og hinir ápostlarnir tóku systrar (og tá halda tey flestu, at týdningurin er andaligar systrar) og sína egnar konur við, har sum teir fóru at tæna Harranum. Sjálvt um tær ikki alltíð eru so sjónligar og fremst í myndini, so eru tær við, kvinnurnar.
Aftur til Pætur. Hann er ein persónur, sum fyllir nógv. Vit fáa inntrykk, av at Pætur er útatventur, tosar ofta beint frá livruni, uttan at hava hugsað alt í gjøgnum, hann er temperamentsfullur, setur høg krøv til sín sjálvs og lítur ofta á egna styrki.
Hann er ein av teimum fyrstu. sum veruliga skilir hvør Jesus er.
Hann segði við teir: “Men tit, hvønn siga tit Meg vera?”
Matt.16:15-19
Símun Pætur svaraði: “Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!”
Tá svaraði Jesus honum: “Sælur ert tú, Símun, sonur Jónas! Tí hold og blóð hevur ikki opinberað tær hetta, men Faðir Mín, sum er í Himli. So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni. Og Eg skal geva tær lyklar Himmiríkis ríkis; tað, sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli, og tað, sum tú loysir á jørðini, skal vera loyst í Himli.”
Tað eru ymiskar mátar at skilja hetta skriftbrotið, alt eftir hvussu man skilir orðspælið, sum Jesus ger har, við Pætur, sum á griskum er Πέτρος “Petros” og kletti, sum á griskum er πέτρᾳ “petra”. Griska orðið “petros” merkir ein steinur, meðan griska orðið “petra” merkir ein klettur.
Ein máta at skilja hetta uppá, er at samkoman skal byggjast á Pætur sjálvan. “Petros” og “petra” skilist sum at umtala tað sama: Pætur er kletturin. Hann er tann, sum skal verða grundarlagið undir samkomuni og skal leiða hana. Ein annar máti at skilja tað uppá, er at samkoman skal verða grundað á vitnisburð Pæturs. “Petros” er Pætur og “petra” sipar til hansara vitnisburður. Men ein triðji, og nokk tann rættasta mátin at skilja tað uppá er, at “Petros” er Pætur og “petra” sipar til Jesus sjálvan. Samkoman skal byggjast á Jesus – klettin, sum Pætur hevur fingið opinbering um.
Men Pætur verður ikki framstillaður bert sum ein trúarhetji í Bíbliuni. Sjálvt um Pætur hevur fingið innlit í, hvør Jesus er, er hann alíkavæl blindur fyri frælsiætlan Guds. Bara nøkur fá vers seinni, tá Jesus hevur fortalt teimum, hvussu hann skal líða og doyggja, átalar hann Jesus.
“Gud bjargi Tær, Harri! Aldri skal hetta henda Teg!”
Matt.16:22-23
Men Hann (Jesus) vendi Sær á og segði við Pætur: “Vík aftur um Meg, Satan! Tú ert Mær til ástoyt; tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til!”
Hann meinar tað gott, Pætur. Hann lovar eisini dýrt og heilagt, at um øll onnur svíkja Jesus, so fer hann ikki at gera tað.
Tá segði hann (Pætur) við Hann (Jesus): “Harri, eg eri til reiðar at fara við Tær, bæði í fangahús og í deyðan!” Men Hann svaraði: “Pætur, Eg sigi tær: Hanin skal ikki gala í dag, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur noktað, at tú kennir Meg.”
Luk.22:33-34
Og tá tey koma, við soldatum og svørðum at taka Jesus, roynir Pætur, sum nú lítur á egna styrki, at verja Jesus og tekur upp svørð. Eg vænti, at hann slett ikki er vanur við vápn, so hann rakar ikki ordiliga – tíbetur kann man siga – og høggur bert oyra av einum manni (Joh.18:10). Jesus talar at Pæturi, og setur oyra uppá pláss aftur og tað lekst (Luk.22:51).
Egin styrki røkkur ikki langt. Og tað fer Pætur at uppliva enn einaferð. Pætur helt, at hann fór at standa við lið Jesusar heilt til tað sísta. Men tá Jesus er tikin, tekur óttin Pætur, hann missir máttina, og hann endar við at svíkja Jesus. Hann noktar at kenna hann, ja, enntá bannar upp á tað. Hanin gelur (sum Jesus hevði sagt), og Pætur skilir, hvat hann hevur gjørt, og hann grætur sárt (Luk. 22:55-62).
Men so er tað so vakurt, hvussu Jesus, eftir at hann er risin, møtir Pæturi og endurnýggjar hann. Sum Pætur noktaði fyri at kenna Jesus, tríggjar ferðir, sleppur hann nú at siga við Jesus, tríggjar ferðir, at hann elskar hann. Og Jesus gevur honum í uppgávu at verða hirði hjá fylgi Hansara (Joh.21:15-17).
Og tá andin fellir á hvítusunnu, er tað Pætur, sum gongur á odda, prædikar fyri mannamúgvuni og er við at leiða fleiri enn 3.000 til Jesus (Áp.2:14-41). Og hann er eisini tann lærisveinurin, sum fyrst sleppur at uppliva, hvussu evangeliið ikki bara er fyri jødar, men heidningar við, tá Heilagi Andin fellur í húsi Korneliusar, einum herovasta í rómverska herinum (Áp.10).
Pætur hevur, sum vit síggja, eina framstandandi rollu í fyrstu samkomuni í Jerusalem. Hann hevur eisini ein stóran leiklut á stóra ápostlafundinum (Áp. 15), har Pætur vísir aftur, at heidningar, sum koma til trúgv á Jesus, mugu konvertera til jødisku trúnna og fylgja jødiskum lógum og tradisjónum fyri at gerast ektaðir lærisveinar.
Sjálvt um Paulus og Pætur hava eitt forstáilsi sín ámillum, at Paulus fyrst og fremst er ápostul til heidningarnir og Pætur fyrst og fremst er ápostul til jødarnar (Gal.2:8), liggur tað í Pætursa sjálvforstáilsi, at hann hevur eitt týðiligt kall og eina týðiliga ábyrgd fyri at opna dyr fyri evangeliinum til heidningarnar. Hetta kemur klárt fram á Ápostlafundinum, tá Pætur reisir seg og sigur:
Tit vita, at Gud langt síðani útvaldi meg millum tykkara til at vera tann, við hvørs munni heidningarnir skuldu fáa at hoyra orð evangeliums og koma til trúgv.
Áp. 15:15
Ein sera spennandi persónur, sum er framstillaður sum eitt ektað menniskja, við einum ektaðum og djúpum kærleika til Jesus, men sum, tá hann lítir á seg sjálvan, aftur og aftur misskilir og fellur. Tó upplivir hann ferð aftaná ferð, hvussu Jesus hálar hann upp aftur úr dýpinum, og so ganga teir saman á vatninum aftur.
Tí er tað er allarhelst, at Pætur, sum vit fara at síggja tá vit lesa 1. Pætursbræv, aftur og aftur peikar á Jesus.
Tradisjónin sigur, at Pætur leið blóðvitnisdeyðan í Róm undir Nero, keisara, uml. ár 65. Pætur skuldi krossfestast, men kendi seg ikki verdan at doyggja á sama hátt sum sín elskaði vinur, frelsari og Harri. Hann bað tí um at blíva krossfestur upp og niður.
Grundin til, at vit siga tradisjón er, at hetta ikki er vitan, sum vit hava frá Bíbliuni ella dokumenteraðum søguligum keldum, men er kortini tað, sum er fortalt víðari í kirkjusøguni.
Tó er júst deyði Pæturs nakað av tí seinasta, sum vit vita úr Bíbliuna, at Jesus og Pætur tosaðu saman um.
Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Táið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvur og fórt, hagar tú vildi; men táið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og annar skal gyrða teg og leiða teg, hagar tú ikki vilt.
Joh. 21:18-19
Hetta segði Hann fyri at vísa, á hvønn hátt hann skuldi doyggja fyri at dýrmeta Gud. Og táið Hann hevði sagt hetta, segði Hann við hann: “Fylg Mær!”
Pætur hevur tí vita, at hansara deyði onkursvegna skuldi dýrmeta Jesus, og allar helst hevur tað merkt, at Pætur skuldi líða blóðvitnisdeyðan. Men Jesus hevur givið honum eina avbjóðing, og eina troyst, í orðunum «Fylg mær!».
Avbjóðingin í hasum til Pætur er, at tað at fylgja Jesus kann kosta honum lívið. Troystin er, at Pætur skal sleppa frá at stúra fyri lívinum, men bert hugsa um at fylgja Jesusi eftir, og í tí uppliva hann so nær sum ongan annan.
Sum vit nú fara at lesa 1. Pætursbræv, fáa vit hesa somu avbjóðing og troyst frá Pæturi – fylg Jesusi!