1. Pætursbræv: Hvussu lesur tú?
Sunnudagin 22. januar settu vit hol á talurøðina um 1. Pætursbræv, sum vit fara ígjøgnum í vetur og vár.
Vit vilja eggja tær eisini at granska brævið hetta sama tíðarskeiðið. Lat okkum taka okkum tíð at lesa gjøgnum brævið fleiri ferðir, grundað á tað, og lata Gud tala til okkara.
Her á síðuni fara vit framyvir at leggja nakrar greinar út, sum vónandi kunnu stuðla upp undir lesnaðin av 1. Pætursbrævi. Vónandi kanst tú fáa nakað burturúr, bæði um tú vanliga lesur nógv í Bíbliuni, ella um tað er nakað nýtt fyri teg.
Viðhvørt verður tað tikið í aftur í evni frá talurøðini, men onkuntíð er talan um evni, sum vit ikki fáa tikið upp í talunum, men sum kortini eru viðkomandi og spennandi.
Hvussu lesur tú?
Ein eggjan til at lesa, lesa og lesa umaftur.
Vit kunnu lesa Bíbliuna uppá ymiskar mátar. Ein máti er at lesa vers fyri vers, ella brot fyri brot, og royna at skilja, hvat Gud sigur við meg í tí einstaka versinum ella brotinum. Tað kann vera ein góður máti at lesa Bíbliuna, og eg haldi avgjørt, at Gud kann tala til okkum gjøgnum sítt orð á henda hátt, tí øll Skriftin er jú innblást av Gudi (2. Tim. 3:16) og Orðið er livandi og hevur kraft (Hebr 4:12).
Um tú ongantíð hevur lisið Bíbliuna á henda hátt, vil eg sterkt viðmæla tær at prøva tað. Byrja við at biðja Gud um at tala til tín, inn í tína støðu. Les eitt brot úr Bíbliuni og lurta eftir, hvat Andi Guds talar til tín.
Kanska fært tú ikki tær størstu opinberingarnar hvørja ferð, men av og á kanst tú blíva bilsin av, hvussu Andin talar beint inn í tína støðu, ígjøgnum eitt vers ella eitt brot í Bíbliuni.
Men um hetta er einasti mátin, tú lesur Bíbliuna uppá, missir tú nógv. Tú kanst uppliva tað sera ymiskt, um tú fært nakað burturúr bíbliulesnaðinum ella ikki. Tað kann vera torført at skilja meiningina við tekstinum og í ringasta føri kanst tú misskilja, hvat teksturin yvirhøvur er um. Hetta kann viðføra, at tú lesur Bíbliuna við tínum egnu royndum, tíni egnu heimsfatan og uppliving av veruleikanum og tulkar Bíbliuna út frá tí. Í staðin eiga vit at skilja, hvat Andin upprunaliga tosaði til sítt folk gjøgnum Orðið, og tí skilja, hvussu Hann talar til okkum í dag.
Tí er tað av størsta týdningi eisini at lesa Bíbliuna sum eina heild. At ikki bara lesa eitt vers, men eitt heilt brot. At ikki bara lesa eitt brot, men eina heila søgu, ella eitt heilt argument. At lesa eina heila bók. At lesa bøkurnar, sum eru skrivaðar saman. At lesa alla Bíbliuna. Jú meira vit skilja av tí stóru myndini, betri kunnu vit skilja og seta prís uppá detaljurnar. Meira vit síggja tær longu linjurnar, betri kunnu vit tulka tey smærri brotini, sum ein partur av tí. Jú meira, vit fylla okkum við Orðinum, ríkari verður tað og Andin hevur meira, hann kann vísa okkum og minna okkum á.
Tí gevur tað meining at hugsa um søgu Pæturs í evangeliunum, tá vit lesa 1. Pætursbræv. Tað gevur meining at steðga upp við orðingar, myndir og myndamál, sum kann knýtast til aðrar skriftir í Bíbliuni, leita skriftsbrotini upp, og lesa tey. Tað gevur meining at skilja, hvussu samfelagið var í tíðini, tá brævið varð skrivað. Og tað gevur meining at síggja alt brævið sum eina heild.
Bara ein lítil eggjan til at lesa, lesa og lesa umaftur.
Fá betri yvirlit yvir 1. Pætursbrævið: