1. Pætursbræv: Lýdni

Sunnudagin 22. januar settu vit hol á talurøðina um 1. Pætursbræv, sum vit fara ígjøgnum í vetur og vár.
Vit vilja eggja tær eisini at granska brævið hetta sama tíðarskeiðið. Lat okkum taka okkum tíð at lesa gjøgnum brævið fleiri ferðir, grundað á tað, og lata Gud tala til okkara.

Her á síðuni fara vit framyvir at leggja nakrar greinar út, sum vónandi kunnu stuðla upp undir lesnaðin av 1. Pætursbrævi. Vónandi kanst tú fáa nakað burturúr, bæði um tú vanliga lesur nógv í Bíbliuni, ella um tað er nakað nýtt fyri teg.

Viðhvørt verður tað tikið í aftur í evni frá talurøðini, men onkuntíð er talan um evni, sum vit ikki fáa tikið upp í talunum, men sum kortini eru viðkomandi og spennandi.

Lýdni

Theodor Mellemgaard

Í fyrra bræv hjá Pætur skrivar hann um nógv, og tað er mangt at kanna har, men tó havi eg valt at skriva um kapittul 2:13-25. Her skrivar Pætur um at gera tað góða, at akta, um at líða og um Kristus.

Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta ella landshøvdingum sum teimum, ið sendir eru av honum, teimum til revsing, sum ilt gera, men teimum til rós, sum gott gera! Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna – sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.

Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!

Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu! Tað finnur náði, um onkur, bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líður órætt. – Hvat rós er í tí, um tit eru tolin, táið tit verða sligin fyri syndir tykkara! Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt – tað finnur náði hjá Gudi. Tí tað vórðu tit kallað til, og Kristus leið jú eisini fyri tykkum og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum Hansara, sum gjørdi ikki synd, í hvørs munni heldur ikki var funnið svik, sum háðaði ikki aftur ímóti, táið Hann varð háðaður, hótti ikki, táið Hann leið, men gav tað upp til Hansara, sum dømir í rættvísi – sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd. Tit vóru jú sum seyður, ið vilstur er, men hava nú vent við til hirða og umsjónarmann sálna tykkara.

1. Pæt. 2:13-25

Pætur skrivar um at vit mugu fyri Guds skyld, vera øllum, sum eru yvir okkum, lýðin. Hann sigir at vit skulu akta teimum sjálvt um tey eru vánligar leiðarar, ella enntá ónd. Hvussu kann tað vera vilja Guds?
Hetta kann ikki merkja at vit altíð bara skulu akta. Tí Dániel hann bað enn til Gud sjálvt um hann ikki hevði loyvi til tað. Mordekai boygdi seg ikki fyri Haman.


Leggur Gud einki í at fólk líða, tá Pætur her bara biðja tey akta? Jesus tosar jú nógv um at verja tey sum eru smá og tey sum eru veik.

Men tann, ið verður einum av hesum smáu, sum trúgva á Meg, til ástoyt, honum var tað betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð søktur í djúp havsins.

Matt. 18:6

Profetarnir í gamla testamentið tey boygdi seg ikki fyri órættvísar kongar, men talaðu ímóti, tá tey behandlaðu fólk skeivt.

nei, Eg skal senda eld móti Juda, og hann skal oyða hallir Jerúsalems. So sigur HARRIN: Aftur fyri at Ísrael trífalt hevur misbrotið seg, ja, fýrfalt, gangi Eg ikki frá tí – aftur fyri at teir selja hin sakleysa fyri pening og hin fátæka fyri einar skógvar.

Amos 2:5-6

Hví skrivar Pætur soleiðis, og hvat meinar hann við?

Grundin til at vit skulu halda lógirnar í samfelagið, sum til dømis at gjalda skatt o.s.fr., er at tey ikki skulu kunnu hava nakað ringt at siga um okkum. Tá vit fylgja Gud, og gera tað góða, kunnu vit alíkavæl uppliva at blíva hataði. Vit uppliva at blíva behandlað órættvíst. Men Gud biðir okkum vera tolin. Vit skulu fylgja eftir Jesus, sum eisini leið órættvíst. Gud lovar at vit skulu fáa náði frá Honum – til at tola tað, og til at vera tolin. Hann hevur eisini lovað at Gud skal døma tey sum behandla okkum órættvíst.

Vit skulu akta okkara leiðarum (foreldur, lærarir, løgtingið, poltiið o.s.fr) – um tað tey biðja okkum um ikki er ímóti Guds boðum. Gud gevur okkum náði at gera tað góða. Hann skal døma rættvíst til endan.