1. Pætursbræv: Pætur, Silvanus og Markus
Sunnudagin 22. januar settu vit hol á talurøðina um 1. Pætursbræv, sum vit fara ígjøgnum í vetur og vár.
Vit vilja eggja tær eisini at granska brævið hetta sama tíðarskeiðið. Lat okkum taka okkum tíð at lesa gjøgnum brævið fleiri ferðir, grundað á tað, og lata Gud tala til okkara.
Her á síðuni fara vit framyvir at leggja nakrar greinar út, sum vónandi kunnu stuðla upp undir lesnaðin av 1. Pætursbrævi. Vónandi kanst tú fáa nakað burturúr, bæði um tú vanliga lesur nógv í Bíbliuni, ella um tað er nakað nýtt fyri teg.
Viðhvørt verður tað tikið í aftur í evni frá talurøðini, men onkuntíð er talan um evni, sum vit ikki fáa tikið upp í talunum, men sum kortini eru viðkomandi og spennandi.
Pætur, Silvanus og Markus
Hvør skrivað veruliga 1. Pætursbræv?
Pætur, ápostul Jesu Krists – til útlendingarnar í sundurspreiðing í Pontus, Galatia, Kappadokia, Asia og Bitýnia
1. Pæt. 1:1
Í fyrsta versinum í fyrsta kapitli, fáa vit at vita, at Pætur, lærisveinur Jesusar, síðani apóstul, hevur skrivað brævið til fleiri samkomur, sum liggja í lítla Asia – í dagsins Turkalandi. Men kann tað veruliga passa, at Pætur, sum vit vita var ein fiskimaður úr Galilea, og allar helst analfabetur, hevur skrivað eitt bræv?
Ofta er spurnatekin sett við upprunan til bíbilsku tekstirnar, men við 1. Pætursbrævið hevur ikki so nógv diskusjón verið. Har er nemliga ikki serliga stórt grundarlag fyri at ivast í, at tað veruliga er Pætur, sum stendur aftanfyri brævið.
Polykarp av Smyrna, í lítla Asia, skrivað í byrjanini av 100-talinum eitt bræv til samkomuna í Filippi. Í tí brævinum síggja vit beinleiðis tilvísingar til 1. Pætursbræv. Nakað sum vísur okkum, at 1. Pætursbræv longu er skrivað og væl kent tá.
Irenaeus, sum vaks upp í Smyrna, men síðani virkaði í Lyon í Frankaríki, refererar til 1. Pætursbræv í sínum skriftum. Hann sigur, “Pætur sigur í brævi sínum” ella “hetta er tað, sum Pætur hevur sagt” í samband við sitat úr 1. Pætursbrævi. Tað sama gera Tertullian og Clement av Aleksandria.
Men at Pætur hevur ført pennin er meira ivasamt. Tað mest sannlíka er, at hann hevur havt ein dugnaligan skrivara. Tí brævið er skrivað á grikskum, og á grikskum á sera høgum støði. Tað er sera ósannlíkt, at Pætur, sum afturat at vera analfabetur hevði arameiskt sum móðurmál, kundi skriva grikskt so væl. Tað er meira sannlíkt, at Pætur hevur borið sín boðskap fram munnliga, kanska enntá á arameiskum (ella partvíst so), og at onkur annar hevur formulerað tað og skrivað tað á grikskum. Pætur hevur so góðkent tað, og sent brævið frá sær.
Við Silvanusi, hinum trúfasta bróður – tað haldi eg hann vera – havi eg skrivað stutt til tykkara (…)
1. Pæt. 5:12
Hetta kundi bent á, at Silvanus er tann, sum hevur ført pennin fyri Pætur. Við tað at Pætur skrivar eitt viðmæli “hinum trúfasta bróður – tað haldi eg hann vera” kunnu vit rokna okkum fram til, at hann nokk er tann, sum hevur fingið í uppgávu at ferðast runt við brævinum til samkomurnar. Tað er sera vanligt í brøvunum í Nýggja Testamenti, at rithøvundurin presenteraði og viðmælti tann, sum kom við brævinum.
Grundin man vera tann, at uppgávan at koma við einum brævi ikki bara snúði seg um at vera postboð. Í uppgávuni lá eisini at lesa brævið upp, útleggja tað og svara spurningum frá móttakarunum. Tí var tað týdningarmikið hjá rithøvundanum at vísa móttakarunum, at tey kundu hava álit á viðkomandi.
Eitt dømi um hetta síggja vit í Ápostlasøguni 15, sum greiðir frá, tá ápostlarnir fundaðust um hvørt heidningar, sum komu til trúgv, máttu konvertera til jødadóm fyrst. Niðurstøðan frá fundinum bleiv skrivað í einum brævi, sum skuldi sendast út til samkomurnar. Og vit síggja, at teir, sum bóru brævið út, høvdu ein týdningarmiklan leiklut.
Tá gjørdu teir av, ápostlarnir og hinir elstu saman við allari samkomuni, at velja nakrar menn millum sín og senda teir til Antiokia við Paulusi og Barnabasi; teir valdu Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas; hesir vóru hávirdir menn millum brøðurnar. Teir skrivaðu soleiðis við teimum: “Ápostlarnir, hinir elstu og brøðurnir heilsa brøðrunum av heidningunum í Antiokia, Sýrlandi og Kilikia. Av tí at vit hava frætt, at nakrir, sum komnir eru frá okkum, hava órógvað tykkum við talu síni og volt sálum tykkara ófrið – vit hava einki boð givið teimum um tað – so hava vit, eftir at vera komnir ásamt um hetta, gjørt av at velja nakrar menn og senda teir til tykkara saman við elskaðu brøðrum okkara Barnabasi og Paulusi – monnum, ið hava vágað lívið fyri navn Harra okkara Jesu Krists. Vit hava nú sent Judas og Silas, sum eisini við orðum skulu kunngera tykkum tað sama. Heilagi Andin og vit hava tá gjørt av, onga aðra byrði at leggja á tykkum enn hetta – sum neyðugt er -: At tit halda tykkum frá tí, ið ofrað er til avgudar, frá blóði, frá tí, sum kvalt er, og frá siðloysi. Táið tit halda tykkum frá hesum, skal tykkum gangast væl. Livið væl!” So lótu teir teir fara, og teir komu til Antiokia. Har savnaðu teir saman allan flokkin og góvu teimum brævið. Táið tey høvdu lisið tað, vórðu tey glað um troystina. Judas og Silas – sum eisini vóru profetar sjálvir – ámintu brøðurnar við nógvari talu og styrktu teir.
Áp. 15:22-32
Dentur verður lagdur á, at teir sum bera brævið fram, sjálvir hava virkað í andaligum arbeiði og “hava váða lívið” fyri Jesus, og vit skilja, at ápostlarnir hava stórt álít til teirra. Vit síggja eisini, at teir, sum koma við brævinum, skulu leggja brævið fram munnliga og útleggja tað fyri samkomunum.
Samkoman í Bábylon, útvald eins og tit, letur heilsa tykkum, somuleiðis Markus, sonur mín
1. Pæt. 5:13
Eisini er ein Markus nevndur. Av tí at hann er nevndur, vita vit, at hann er saman við Pæturi og Silvanusi, men vit fáa ikki inntrykk, út frá hesi heilsanini, at hann hevur nakað við brævið sum so at gera. Vit kunnu tí rokna við, at samkomurnar sum móttaka brævið allarhelst kendu hendan Markus, í øllum førum summar av teimum.
Hvør var so Markus? Man roknar við, at hetta er tann ungi maðurin, sum er umtalaður sum Markus, og eisini Jóhannes Markus. Hann er nevndur fleiri ferðir í Ápostlasøguni, og í fleiri av brøvunum hjá Paulusi.
Markus var sonur Mariu, sum átti húsini, har samkoman í Jerusalem var savnað til bøn fyri Pæturi, tá hann var í fongsuli.
Táið hann nú hevði summað seg, fór hann til hús Mariu, móður Jóhannesar, sum hevði tilnavnið Markus; har vóru mong savnað og bóðu.
Áp. 12:12
Markus var í familju við Barnabas (Kol.4:10) og kom við honum og Paulusi á fyrstu misjónsferð teirra. Men nakað hendi – vit vita ikki hvat – sum gjørdi, at Markus vendi við (Áp.13:13).
Seinni skjýtur Barnabas upp fyri Paulusi, at teir skulu fara aftur at vitja samkomurnar, sum vórðu stovnaðar á fyrru misjónsferðini. Paulus er við uppá tað, heilt inn til tað vísir seg, at Barnabas vil hava Markus við aftur. Vit skilja nú, at Paulus heldur Markus hava svikið teir, og hevur ikki álit til hansara – sum kanska er væl skilligt. Barnabas hinvegin sær allarhelst eitt potentiali í honum og vil geva honum ein tjans afturat. Hetta leiðir til eina so stóra ósemju teirra millum, at teir fara hvør sín veg. Barnabas tekur Johannes Markus við sær til Kypros, og vitjar samkomurnar frá fyrstu misjónsferðini har. Paulus tekur Silas við sær og fer hinvegin (Áp.15:36-41). Okkum vitandi samstarvaðu Barnabas og Paulus ongantíð aftur eftir hetta.
Tó at tað er harmiligt, at ósemjan bleiv so stór teirra millum, eri eg so glað fyri, at Paulus syrgdi fyri at ikki seta misjónina í vanda, so at evangeliið bleiv spreitt í lítla Asia og eisini kom til okkum í Evropa. Men eg eri líka so glað fyri, at Barnabas helt sína hond yvir Markusi, og valdi hann framm um eina spennandi tænastu saman við Paulusi. Akkurát sum hann helt hond sína yvir Paulusi í samkomuni í Jerusalem (Áp. 9:26-28). Eg eri so glað fyri, at Barnabas setti Markus inn aftur í tænastu á Kypros, akkurát sum hann gjørdi, tá hann heintaði Paulus, sum var horvin uppi í Tarsus, og sett hann inn aftur í tænastu í Antiokia (11:25).
Tí Markus kemur aftur í aftur í søguni. Vit síggja, at hann er ein av teimum fáu, sum stuðlar Paulusi og er um hann, meðan hann er í fongsuli í Róm (2.Tim.4:11), og so er hann eisini nevndur her í 1. Pætursbrævið saman við Pæturi. Pætur kallar hann son sín – sum Paulus sigur um Timoteus (1.Tim.1:2) – so vit skilja, at har er eitt tætt band teirra millum. Markus verður roknaður sum tann, sum hevur skrivað Markus evangeliið, og Markus evangelliið sigst í stóran mun at verða bygd á vitnisburð Pæturs.
Akkurát tað er eisini eitt afturat, sum bendir á, at Silvanus er tann, sum hevur ført pennin í 1. Pætursbræv – og ikki Markus. Tí skrivimátin er so ymiskur í teimum báðum tekstunum. 1. Pætursbrævið er skrivað á grikskum á sera høgum støði, møguliga tað flottasta grikska í øllum Nýggja Testamenti, meðan Markus evangeliið er skriva á sera, sera einfaldum grikskum.
Men av tí sama er Markus-evangeliið ein so sera týdningarmikil kelda. Hon er ikki varðveitt vegna kvalitetin á brævinum ella tí flotta málinum, men vegna innihaldið, sum er søgan um Jesus, og upprunakelduna – Pætur.
Litteratur:
World Biblical Commentary. Volume 49, 1. Peter – J. Ramsey Michaels
Who carried the Epistles? – Peter Head (https://academic.tyndalehouse.com/explore/articles/who-carried-the-epistles/)
Aigainst Heretics and Fragments of the Lost writings of Irenaeus – Wyatt North