Zarepta – vasking og baking
Summarskráin fyri Zarepta er byrjað, og nógvar familjur hava verið á fyrstu legunum. Eins og undanfarin ár, má tað gerast reint ímillum legurnar. Hetta verk hevur ómetaligan týdning, og vit eru takksom fyri, hvussu væl tit hava tikið undir við tí. Takk fyri, at tit tóku so væl undir við høvuðsreingerðini og annars tí stóra arbeiði, ið liggur aftanfyri verkið Zarepta.
Tað, sum liggur á okkum sum samkoma, er:
- Leygardagin 29. juni at vaska millum legurnar
- Mikudagar í summar at lata bakstur (meir um hetta seinni)
Vónandi kunnu vit aftur hesaferð fara mansterk vestur at vaska, og øll eru vælkomin við, børn og vaksin. Vit møtast á Zarepta kl 10, og síðani gjøgnumganga vit húsið, so klárt er til næstu legu. Síðani enda vit við at fáa eina máltíð, áðrenn vit fara heim aftur. Vinarliga sigið Rósu Syderbø, tlf. 220549, frá, um til ber at koma vestur við at vaska.
“Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju” (Kol. 3:23).