Vit flyta inn: ruddi- og vaskidagur 3. juli
Inflyting á lágum blussi
Tað er við stórari gleði, at vit kunnu boða frá, at dato er sett á, nær vit flyta inn í nýggja bygning okkara. Sunnudagin tann 11. juli verður fyrsta møti í nýggja bygninginum. Vit eru sera spent uppá hetta, væl vitandi um, at alt kortini ikki verður klárt til tá. Alt sum hevur við ljós, ljóð og tøkni er ikki komið upp, nýggju stólarnir eru ikki komnir heim og mangt annað. Tað vil siga, at tað verður ikki tann almenna inflytingin, sum hendir nú, men meira ein tíð, har vit læra bygningin betri at kenna, meðan vit fáa tað síðsta upp á pláss. Møtini vera eisini merkt av, at vit eru í summarmodus og á lágum blussi.
Í lívd hins hægsta
Tann almenna inflytingin verður harafturímóti hátíðarhildin við einum braki 26.-29. august. Tá verður tiltakið “Í lívd hins hægsta,” har vit sum samkomu fara at bjóða almenninginum inn. Nógv ymisk tiltøk eru sett á skrá allar dagarnar. Meira kunning um hetta kemur seinni, men setið kross í kalendaran longu nú.
Ruddi- og vaskidagur 3. juli
Fyri at vit skulu kunna flyta inn í bygningin er neyðugt við eini stórreingerð innan og rudding uttan. Tá arbeiðið hevur verið í gongd í so langa tíð er nógv at fara eftir allastaðni. Tí bjóða vit til ein stóran ruddi- og vaskidag leygardagin 3. juli kl. 10 -14. Øll, børn, ung og vaksin eru bjóðað at koma at rudda og vaska. Vit byrja kl. 10 við morgunmati áðrenn farið verður til verka. Endað verður kl. 14 við einari máltíð og einum deiligum drekkamunni omaná. Tit vera biðin um at taka við tað, sum tit kunnu, av spannum, lappum, moppustativum og moppum.
Øll eru vælkomin við, men tað lættir um okkara fyrireikingar, um tit kunnu tekna tykkum til tiltakið.
Aftaná møtið sunnudagin 4. juli verður okkara útgerð flutt úr skúlanum við Løgmannabreyt og oman í bygningin.
Vit eru sera spent uppá henda nýggja kapittulin fyri samkomu okkara. Vit vóna og biða um, at okkara nýggju karmar skulu verða til íblástur fyri samkomulívið og til signing fyri okkara grannalag.