Virksemi verður lagt stilt

Og nú, tit sum siga: “Í dag ella í morgin fara vit til tann ella tann bý og verða har eitt ár, handla og hava vinning!” – tit, sum vita ikki, hvat í morgin fer at henda! Hvat er lív tykkara! Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur. Í tann stað skuldu tit sagt: “Um Harrin vil, og vit liva, skulu vit gera hetta ella hatta!”

Bræv Jákups 4:13-15

Eitt annaleiðis ár

Hetta síðsta árið hevur verið eitt annarleiðis ár, tað mugu vit kunnu sanna. Tað var nokk ikki korona, sum Jákup, beiggi Jesus, hevði í huga, tá hann skrivaði bræv sítt, men vit kenna okkum kanska aftur í tí, sum hann skrivar. Vit hava nokk verið mong, sum fyrr hava tikið fyri givið, at vit her á okkara leiðum kunnu samlast til møti og gudstænastur. Men nú vita vit, at alt fyri eitt, so kann okkara veruleiki broytast.

Vit hava tíbetur liva tætt upp á normalt, her í Føroyum. Tilburðirnir hava ikki verið so nógvir, smittuútbrotini hava verið stutt, og ikki nógv hava verið alvorliga sjúk, ella eru deyð av korona. Men vit liva í eini undantakstøðu. Vit kunnu ikki siga í dag, hvat ber til um eina viku, tí knappliga broytist alt.

Og nú er alt broytt aftur. Frá at samfelagið hevur latið meir og meir upp, verður nú lukkað niður aftur. Eisini her í samkomuni Lívdin fylgja vit nýggjastu tilmælunum, sum er at avlýsa, ella útseta, øll tiltøk, sum samlað nógv fólk.

Virksemi verður lagt stilt

Av tí sama hava vit valt at avlýsa øll tiltøk, sum eru í Lívdini komandi sjey dagarnar. Sjálvt um tað ikki eru øll tiltøk, sum samla líka nógv fólk, eru tað kortini fólk frá ymiskum samanhangum, ella boblum, og tað er ikki heppið í mun til at minka um smittuspjaðing.

Vónandi verður tamarhald á støðuni aftur skjótt, so vit aftur kunnu samlast sum vant. Gott er tó at vita, at hóast okkara umstøður broytast, um morgindagurin er óvissur, so er eitt heilt sikkurt:

Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir. Brævið til Hebrearar 13:8

Brævið til Hebrearar 13:8

Um tær tørvar forbøn ella eina samrøða, ber til at ringja 32 34 00 ella senda inn eitt nevnt ella dulnevnt bønarkort.