Kvinnubønarbólkur

Blákollugøta 11 Blákollugøta 11, Tórshavn

Kvinnubønarbólkurin møtist fyrsta leygardag í mánaðinum, heima hjá eini kvinnu í samkomuni. Kvinnubønarbólkurin er ein opin bólkur, og allar kvinnur, sum hava hug at koma, yngri sum eldri, eru hjartaliga vælkomnar við. Vit byrja við morgundrekka. Hesuferð verður kvinnubønarbólkurin . 4. februar kl. 10, heima hjá Rúnu Berghamar, Blákollugøta 11 . Hjartaliga vælkomnar!