Ung Lív í starvslæri

5. og 12. februar 2023 hava Ung Lív (tey elstu í sunnudagsskúlin, frá 5. flokk og uppeftir), møguleika at fara í starvslæru í einum av teimum ymisku tænastunum, sum eru í Lívdini sunnudagar.

Ung sum eru áhuga kunnu seta seg í samband við okkum á tlf. 32 34 00 fyriat fáa meira kunning.

Tilmelding til starvslæru skal vera okkum í hendi seinast sunnudagin 22. januar. Tilmeldast kann við at fylla inn skjalið sum longu er útdeilt í Ung Lív. Ella kann upplýsing um navn, telefonnummar, búðstaður og ynski um tænastur til starvslærupláss sendast á t-post livdin@livdin.fo. Raðfestast skal frá 1-3, hvørja tænastu tann ungi er áhugað/ur í. 1 er fyrsta val.

Møguligt er at koma í starvslæri í hesar tænastur:

Sprell
Sunnudagsskúlin
Ung í Lívdini
Vælkomin tænastan
Forbønstænastan
Lovsang
Breyðbróting
Teknikkur og ljóð
Uppvørpa
Ljóðupptøka
Tulking
Køkshold