Ert tú foreldur?

So er hesin evnisdagurin fyri teg

Leygardagin 16. mai kl. 14:00–16:00 bjóða vit til ein spennandi og gevandi seinnapart í Lívdini, har vit saman seta sjóneykuna á familjulív, foreldraleiklutin og sambandið við børnini. Tú fert at fáa íblástur, amboð og uppmuntran til gerandisdagin sum foreldur, eisini verður høvi at seta spurningar og práta saman. Evni á degnum: Skapa og varveita eitt gott samband við sítt barn Foreldraleikluturin Familjan og trúgv Spurningar & samrøða Kom við til ein hugnaligan seinnapart!