Samkoman er ein familja

Bloggur eftir Jógvan Zachariassen
25. sept. 2020

„Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds“

Efesus 2:19

Tá ið vit sum familja búðu í Skotlandi 1997–2000, var tað dagligur kostur, at heimleys bankaðu á dyrnar heima hjá okkum ella í skúlanum at biðja um mat ella okkurt heitt at drekka. Eg minnist serliga eitt fríggjakvøld ein veturin, familjan sat um borðið og át ein góðan oksahárygg, tá ið tað bankaði á dyrnar. Eg fór at lata upp. Har stóðu tveir heimleysir menn, kaldir og svangir og spurdu, um teir kundu fáa okkurt at eta. Unn, sum hevur hirðahjarta, blotnaði fyri teimum og gav teimum eina góða máltíð við búffi, brúnari sós, reyðkáli og eplum. Tað var besta máltíð, teir høvdu fingið í fleiri ár. Trupulleikin var bert tann, at dagin eftir bankaði aftur á dyrnar. Tað vóru fimm heimleysir menn, ið spurdu, um teir kundu fáa búff við brúnari sós, reyðkál og eplum at eta frá okkum!

Men eitt, sum hesir heimleysu menn høvdu felags, var hetta: Eingin teirra vildi liva uttan heim, song, mat ella familju. Sum vit regluliga tosaðu við hesar menn og komu at kenna teir betur, greiddu teir frá, at tað byrjaði bert við eini skeivari avgerð, og avleiðingin av tí avgerðini og so mongum øðrum skeivum avgerðum síðani var, at teir endaðu úti á gøtuni. Men teir longdust eftir at hoyra til og at finna onkran, sum hevði eitt hjartarúm fyri teimum.

Øll vilja vera partur av eini familju. Øll vilja hava eitt heim. Øll vilja hoyra til! Gud hevur lagt henda longsil í okkum øll. Tí er henda myndin av samkomuni í Ef. 2:19 sum húsfólk ella familja so vøkur og sterk. Samkoman er æviga familja okkara. Familjan, sum skal verða verandi, eftir at jarðiska familja okkara er farin.

Vit vilja bjóða tær hjartaliga vælkomnum í Lívdina. Ynski okkara er, at øll skulu kenna seg vælkomin uttan mun til, hvør hann ella hon er. Vónandi fert tú at finna eitt umhvørvi, har tú saman við okkum kanst læra kynstrið at liva frælst, ábyrgdarfult og viðkomandi og møta Gudi á ein hátt, sum ger okkum skilagóð, fyrikomandi, umsorgarfull og framfús í samfelagi og heimi okkara.

Bøn okkara er at Lívdin ikki bert skal vera eitt stað, har tú kemur á møti, men eitt stað, sum tú kanst kalla familja.