Pjátran
Eitt nýtt hold byrjar 18. mai kl. 10:00 í Lívdini
Dagført 15.05.2021
PJÁTRAN, ein sang- og hugnaløta fyri foreldur og smábørn.
Eitt nýtt hold byrjar 18. mai.
Vit hittast í Lívdini viđ Vegin Langa 11 í Hoyvík týsdagar kl. 10:00.
Tiltakið er ókeypis. Tó er gott um tit hava 20 kr. við fyri matin. Ein bússa stendur frammi til tað.
PJÁTRAN er ein sang- og hugnaløta fyri foreldur og børn 0-5 ár.
Byrjað verður við eini sangløtu. Gjøgnum tónleik, rím, rørslur og rútmur fær barnið sansastimbrandi upplivingar í tí góða samspælinum við foreldrini. Vit ynskja at skapa eitt umhvørvi við nærveru og nærleika, har barn og foreldur styrkast í sambandinum sínámillum.
Við nøkrum sangum og føstum bønum bjóða vit eisini børnum og foreldrum at venda sær til Gud og gleðast um tað lív, hann hevur givið okkum.
Aftan á sangløtuna bjóða vit ein bita, og møguleiki er hjá børnunum at spæla.
Kontaktpersónar: Synnøve av Rana (tel.: 503501) & Lillian B. Poulsen (tel.: 562332)