Nú verður arbeitt í køkinum í Lívdini

Nú verður arbeitt í køkinum í Lívdini – hesir báðir menninir vóru í gongd fríggjadagin seinnapartin. Teir saman við nógvum øðrum góðum fólkum eru farnir í gongd við at gera klárt til at gera gólvið í køkinum. Í viku 44 koma menn at stoypa/gera sjálvt gólvið, og tá skulu øll frárensl, leidningar, rennir vm. vera gjørdar, og somuleiðis skulu staðsetingar til grýtur vm. vera uppmerktar. Teir eru eisini farnir í gongd við tilskeringar upp eftir veggunum … so nú er spennandi at síggja, hvussu langt hetta alt ber. Spennandi er!