Møtirøð um Matteus evangeliið

Komandi tíðin í Lívdini fer at verða merkt av Matteus. Ein spennandi røð byrjar komandi sunnudag 18. august, og verður hildið fram inntil 13. oktober. Ymiskir talarar koma at tosa.

DatoYvirskriftUndiryvirskriftTalari
18/8Jesus, Móses og RíkiðYvirlit yvir MatteusSynnøve av Rana
25/8Hvør er Jesus, og hví kom Hann?Kap. 1-3Hallur av Rana
1/9Grundlóg JesusarKap. 4-7Poul Guttesen
8/9Ríki Guds sæst í tænastu JesusarKap. 8-10Billy Hansen
15/9Takið støðu til Ríki GudsKap. 11-13John Hammer
22/9Tað sum vendir niður, vendir uppKap. 14-20Símun Absalonsen
6/10Ríki bresta samanKap. 21-25Danjal av Rana
13/10Óvæntaði sigur KristusarKap. 26-28Símun Absalonsen

Øll verða eggjað at lesa Matteus áðrenn talurnar.

Eisini kann tað vera góð hjálp í at hyggja at videobrotum hjá BibleProject (á enskum). Her er t.d. ein video við yvirlit yvir Matteus. Her er ein leikja til eina teknaða plakat við yvirliti yvir Matteus. Her er eisini ein røð av videobrotum um fjallataluna hjá Jesusi.


Lesa saman týskvøld 19.30-20.00

Eisini verður skipað fyri at vit lesa brot úr Matteus saman týskvøld kl 19.30-20.00 (áðrenn bønarmøtið).

Eftir at hava lisið eitt brot saman, so verður Bíblian latin aftur, og ein persónur greiðir frá við egnum orðum út frá minninum, hvat ið brotið snýr seg um. Onnur leggja afturat, um okkurt er gloymt.

Harnæst verða hesir tveir spurningarnir svaraðir í felagi

  • Hvat fortelur hendan søgan um Gud, Jesus og Hansara ætlan?
  • Hvat fortelur hendan søgan um menniskjuna og meg?