Møtiform

Apríl 2022

Góðu tit øll,

Nú eru longu átta mánaðir síðani vit fluttu inn í bygning okkara við Vegin Langa. Vit byrjaðu við einum braki av eini innflyting, og so knappiliga vísti korona sína fullu styrki aftur, og alt lá mest sum lamið eina tíð.

Men nú má man kunna siga, at bygningurin við Vegin Langið er blivin heim okkara. Vit gleðast um, at nógv virksemi er í húsinum, at samkoman finnur sítt pláss í henni, og at nógv fólk, sum ongantíð aður hava verið i Lívdini, koma á gátt.

Vit síggja eisini ein sunnudagsskúla í vøkstri og fleiri nýggj fólk á møtunum sunnudagar. Tað takka vit Gudi fyri!

Nýggjan bygning – nýggjan møtiform

Tá vit fluttu inn í heyst, byrjaðu vit at hava tvey møtir aftur. Eitt morgunmøti við denti á bønina, breyðbrótingina og lovsangin, og tað seinna møti við denti á undirvísing. Tá man ger broytingar, tekur tað altíð eina løtu ,áðrenn tað fellur uppá pláss. Og har vóru so nógv atlit at taka.

Tað fyrsta vit máttu taka atlit til var sunnudagsskúlan. Frá tí at vit vóru í skúlanum við Løgmannabreyt, til vit fóru oman á Vegin Langa, var sunnudagsskúlin vaksin so nógv, at hann rúmaðist ikki, har vit høvdu ætlað at hava sangløtuna. So í staðin fyri at sangløtan hjá børnunum var fyri seg, meðan møti var í salinum, mátti sangløtan hjá børnunum vera inni í salinum.

Nú eru vit glað fyri tað, tí tann sangløtan er blívin so góð!

Men –  tað gjørdi at børnini skulu vera leingi í Lívdini ein sunndag. Sunnudagsskúlin hevur byrjað kl. 12, og møtið hevur ikki verið liðugt fyrr enn kl. hevur veri 13:30, onkuntíð seinni. Tað hevur eisini givið tónleikarunum, sum hava spælt til tvey møtir og sunnudagskúlan, ein rættiliga langan og strævnan sunnudag. Serliga av tí, at sunnudagsskúlasangurin hevur verið í kaffisteðginum.

Tillagaðan møtiform

Tí hava vit sett okkum fyri at tillaga møtiformin eitt sindur, so at hann fungerar betri sum karmur fyri møti okkara og fólk okkara sunnudagar. Tað vil siga, at vit fara at royna at varðveita tað, sum riggar væl, og royna at gera tillagingar, sum bøta væl um, har tað ikki hevur riggað so væl.

Frameftir verða í høvuðsheitum tvey tíðspunkt at fyrihalda seg til: kl. 11 og kl. 12.

Morgunmøti kl. 11

Morgunmøtið byrjar kl. 11 og varar til kl 11:40. Sum heild hava vit verið sera glað fyri hesa løtuna við bøn, breyðbróting og lovsangi. Vit ynskja at varðveita morgunmøtið mest møguligt sum eina tilbiðjanarløtu.

Kl. 11:40 verður ein steðgur við drekkamunni fyri øll. Tað vil siga, at børnini eisini fáa sín drekkamun saman við øllum hinum.

Sunnudagsskúli kl. 12

Kl. 12 byrjar sangløtan inni í salinum. Sangløtan er fyrsti partur av sunnudagsskúlanum, men vit vilja leggja dent á, at øll eru vælkomin inn við. Nøkur element er tikin úr sangløtuni, sum minnisvers, føðingardagssangur og innsavnan. Hetta verður nú gjørt í flokkunum og ger, at løtan kan styttast nakað. Sangløtan fyri børnini fer framvegis at enda við sanginum “Skjótt fer tokið avstað”. Hetta hevur víst seg at vera eitt gott pedagogiskt amboð fyri at fáa børnini samlað avstað, upp í sínar flokkar. Nú fer sangurin eisini at tæna tí endamálið, at siga teimum vaksnu frá, at nú byrjar møtið.

Børnini fara í flokkar eftir aldri í sunnudagsskúlan til søgu, spæl og ítriv, og sunnudagsskúlin endar kl. 13.

Møti kl. 12:15

Møtið er sett at byrja kl. 12:15, og tað verður har á leið. Ætlanin er at gera skiftið millum sangløtuna og møtið so smidligt sum møguligt. Tí fara vit ikki at tøma salin fyri børn og foreldur fyrst, fyri so at fylla hann til møtið, sum vit hava gjørt. Nei, vit ynskja, at meðan børnini fara avstað, koma fólk inn til møtið. Orkestrið er longu á pallinum, og eru klár at spæla beinavegin, børnini eru liðug at syngja, og møtileiðarin er klárur at bjóða vælkomin. So har verður eingin steðgur í millum. Um vit øll royna at leggja okkum eftir tí, vænta vit, at tað fer at rigga væl.

Á møtinum sleppur talarin skjótt framat, soleiðis at tá klokkan er blivin 13, og sunnudagsskúlin er liguður, koma børnini ikki inn mitt í taluni. Aftaná kl. 13 er høvi at hava dóp, barnasigningar, sofaprát, vitnisburðar, lovsangsløtu, og kortini kann møti enda kl. 13:15.

Soleiðis vóna vit, at vit øll kunnu trívast eitt sindur betur sunnumorgnar, og serliga tey, sum bera nógv í sunnudagsskúla og lovsangi.

Møti fyri øllættarlið

Fram til summarsteðgin fara vit at hava møti fyri øllættarlið tann síðsta sunnudag í mánaðinum. Tann sunnudagin er morgunmøti kl. 11 og kaffisteðgur kl. 11:40. Kl. 12 byrjar møtið fyri øll ættarlið, og eingin sunnudagsskúli er tann dagin. Ætlanin við hesum møtinum er at vera saman sum samkoma upp á tvørs av ættarliðunum. At gera eyka nógv burturúr tí kreativa innihaldinum. At hoyra søgur um, hvat Jesus ger í lívunum hjá menniskjum í samkomuni. Og vit síggja hetta møtið sum eitt høvi fyri fólk, sum ikki er so von at vera á møti, at koma.

Um tit hava spurningar ella afturmeldingar um møtini, eru tit altíð meir enn vælkomin at seta tykkum í samband við Synnøve ella onkran í leiðsluni.