Lova Harranum!

Verið hjartaliga vælkomin til “Lova Harranum”!

Vit vera í:
– Nebo á Toftum 24.mai
– Betesda í Klaksvík 25.mai
– Lívdini í Hoyvík 26.mai

Hetta er eitt tiltak, har dentur verður lagdur á lovsangin, hvat hann er, og hví vit lovsyngja. Ikki bert tónleikaliga, men hjartaliga og andaliga – vit ynskja, at ein og hvør skal verða uppbygdur av at stíga fram fyri Harran í lovsangi, og at pláss er fyri persónligari tilbiðjan, bøn og sjálvrannsakan – og stuttleika og gleði!
Komið við, og bjóðið fleiri við! Ungum sum eldri!

Vit biðja eftir, at Harrin fer at brúka hetta til Sína æru – biðjið saman við okkum!