Samkomuvirksemi

DAGFØRD 25/1-22


Síðan kovid-19 breyt út í 2020 hava vit valt at fylgja tilmælunum frá landsmyndugleikunum.

Les um tilmælini her

Saknurin eftir at samla alla samkomuna hevur verið stórur. Tí gleðast vit um at Lívdin nú hevur fingið víðkað loyvi til at savna fólk. Stóri salur hjá okkum er rúmligur, og tí kunnu 300 fólk savnast har. Afturat tí kunnu 100 fólk sita á balkongin.

Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.

Áp. 2:42

Vit ynskja sum samkoma at vera um alt menniskjað. Vit ynskja at taka atlit til ta kropsligu heilsuna, og gera okkara fyri at minka um smittuvandan. Samstundis viðurkenna vit at menniskja eisini hevur sálarligan, sosialan og andaligan tørv. Tí ynskja vit at geva ymisk høvi at koma saman.

Við bøn um Guds signing yvir okkum øll.

Vinaliga, leiðslan í Lívdini.