Frelsan

Hvat er frelsan?

Frelsan er støða syndarans fyri Gudi – frá at verða fordømdur til at verða roknaður frælsur, rættvísur og heilagur.

  • Frelsan er ein gáva, sum Gud av náði hevur givið. „Tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi“ (Róm. 3:24).
  • Frelsan er at trúgva á Jesus Kristus. „Varð Ábraham rættvísgjørdur av verkum, hevur hann nakað at rósa sær av“ (Róm. 4:2).

„Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi“ (Róm. 5:1).

Frelsan er grundað á deyða Jesusar. „Mangan meir skulu vit tí, tá ið vit nú eru rættvísgjørd í blóði Hansara, við Honum verða frelst frá vreiðini“ (Róm. 5:9).
Frelsan er uttan verk. „Men tann, ið ikki virkar, men trýr á Hann, sum ger hin ógudiliga rættvísan – honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi“ (Róm. 4:5).
Frelsan er at fáa við trúgv á Harran Jesus. „Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi“ (Róm. 5:1).
Frelsan gevur frið við Gud. „Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi“ (Róm. 5:1).
Frelsan gevur frælsi í Kristusi at liva í kærleika. „Verður nú volt bróður tínum sorg við mati tínum, so er atferð tín ikki longur í kærleika. Leið ikki við mati tínum tann í undirgang, sum Kristus er deyður fyri!“ (Róm. 14:15). „Latið okkum tí stevna eftir tí, sum er til frið og til uppbygging hvørs annars!“ (Róm. 14:19).
Frelsan hendir alt í einum, tá ið vit trúgva á Kristus. „Í Honum hava eisini tit, tá ið tit hoyrdu orð sannleikans, evangeliið um frelsu tykkara, ja, í Honum hava eisini tit, tá ið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan, sum lovaður var“ (Ef. 1:13).

Hesir dýrabaru sannleikar sannføra okkum um, hvussu undurfull støða okkara í Kristusi er: Vit verða rættvísgjørd, t.e. „so skuldafrí, sum høvdu vit ongantíð syndað.“ Vit verða tó ikki gjørd siðalagsliga (moralskt) og siðafrøðiliga (etiskt) syndafrí, men vit fáa eina nýggja støðu fyri Gudi.

Støða okkara fyri Gudi er, at vit eru „gjørd røtt fyri Gudi,“ og tí eru vit ikki undir synd longur.

Hvussu verði eg frelstur?

  • JÁTTA, at Gud ikki hevur havt fyrsta pláss í lívi tínum, og bið Hann um at fyrigeva syndir tínar.

“Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi” (1 Jóh. 1:9)

  • TRÚGV, at Jesus doyði fyri at gjalda syndaskuld tína, at Hann reis upp frá hinum deyðu og livir í dag.

“Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur” (Róm. 10:9)

  • TAK ÍMÓTI fríu frelsu Guds. Royn ikki at útvega hana sjálvur.

“Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær” (Ef. 2:8-9).

Samfelag okkara við Gud verður ikki endurnýggjað av nøkrum, sum vit royna at gera, men eina grunda á tað, sum Jesus longu hevur gjørt fyri okkum.

  • BJÓÐA Jesusi Kristusi at koma inn í lív títt at gerast Harri (leiðari) í lívi tínum.

“Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara; tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi” (Jóh. 1:12-13).

Tú kanst taka hesi stig við at biðja hesa einfaldu bøn og yvirgeva lív títt til Gud:

Kæri Jesus, takk fyri, at Tú hevur skapt meg, og at Tú hevur elskað meg, sjálvt tá eg havi koyrt Teg frá mær og gingið mínar egnu leiðir. Eg veit, at mær tørvar Teg í lívi mínum, og tí angri eg syndir mínar og biði um, at Tú fyrigevur mær syndir mínar. Hjálp mær at skilja hetta alt meir og meir, so at eg frá nú av kann av fullum huga fylgja Tær. Kom inn í lív mítt og gev mær nýtt lív. Eg ynski at taka ímóti frelsugávuni, sum Tú bjóðar. Takk, Harri Jesus, at Tú doyði fyri meg á krossinum, og at Tú reis upp aftur frá hinum deyðu. Hjálp mær nú at liva alt lív mítt fyri Teg sum sannur trúgvandi.

“Tí »hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur«” (Róm. 10:13).

Ert tú júst/nýliga blivin frelst/ur? Ynskir tú at vita meiri um frelsuna?

Vit vilja gjarna hoyra frá tær og práta við teg!

Ring á tel. 323400 ella skriva til okkum á livdin@livdin.fo